Frítt internet við Strandferðsluni

Høgni Hoydal, løgtingsmaður, hevur sett Johan Dahl, landsstýrismanni, fyrispurning um frítt internet umborð á strandferðsluskipum og bussum hjá Bygdaleiðum.

Spurningarnir hjá Høgna Hoydal eru fýra:

1. Nær kann roknast við, at frítt internet-samband verður til taks hjá ferðafólki við Smyrli, Teistanum og smærru strandfaraskipunum?

2. Nær kann roknast við, at frítt internet-samband er til taks hjá ferðafólki við Bygdaleiðum?

3. Hvør er orsøkin til, at hetta ikki er komið í lag fyrr?

4. Hvør er kostnaðurin fyri at tryggja fría atgongd til internet á strandfaraskipunum og hjá Bygdaleiðum?

– Tað er vorðið vanligt í londum kring okkum, at frítt internetsamband er til ferðafólk á almennum flutningsstøðum og á ferðum við almennum flutningstólum. Í Føroyum er hetta ein tænasta, ið Tórshavnar Kommuna bjóðar við býarbussunum og á ávísum almennum støðum. Eisini er frítt internet-samband tøkt á flogvøllinum, sigur Høgni Hoydal í viðmerking til fyrispurningin.

– Men fyri teir mongu føroyingar kring landið, ið dagliga ferðast longri teinar við strandfaraskipunum og við Bygdaleiðum – til arbeiðis, í skúla ella í øðrum ørindum – er hendan tænastan ikki í boði. Til dømis á longstu farleiðini umborð á Smyrli til og úr Suðuroynni er ikki gjørligt hjá fólki at fara frítt á internetið. Fyri fólk í arbeiðsørindum og fyri lesandi, ið ferðast dagliga ella javnan, hevði stórur fyrimunur verið, um fólk kundu valt at brúkt part av ferðingartíðini at avgreiða ella fyrireika uppgávur umvegis internetið, sigur løgtingsmaðurin.

Hann heldur, at somuleiðis høvdu fyrimunir verið hjá fólki á styttri farleiðunum hjá Strandfaraskipum og við bussunum hjá Bygdaleiðum.

Tí vil hann hava landsstýrismannin at greiða frá, nær hendan sjálvsagda tænastan verður framd fyri tað stóra talið av fólki, ið ferðast í Føroyum – og hvat hevur forðað fyri at fremja tað.