Avgerðin hjá Hans Mortensen fyri eini fýrati árum síðani at fara frá at selja toy og tógv í handlinum hjá mammu síni Ebbu á horninum Tórsgøta/Fransabrekka ? og frá at selja chips og pylsur í Zansibar eitt sindur longri úti í Dr. Jacobsensgøtu broytti ikki bara handilsligu lívsleið hansara. Tann avgerðin broytti alt handilslívið í Havnini ? fyri ikki at siga øllum Føroyum.
Tað eru í dag 35 ár síðani, at SMS lat dyrnar upp á fyrsta sinni ? og havnarfólk kundu ganga til handils innandura í 12 ymsum handlum, sum kundu bjóða alt frá matvørum til klæði, blómur og bøkur.
Ikki vóru øll líka fegin um hetta nýggja tiltak ? og fleiri søgdu seg óttast framtíðina hjá miðbýnum og handlunum har. Onnur hildu tó, at miðbýurin eisini kundi vísa sínar nýhugsanir, hóast tær ikki hava verið eins greiðar seinasta mansaldurin.
Flaggskipið hjá P/F SMS hevur allatíðina verið Miklagarður. Men tá Hans Mortensen fór undir verkætlanina, bjóðaði hann Føroya Keypsamtøku at vera við. Men tað vildu tey, ið har ráddu fyri borgum ikki, og tí fór Hans Mortensen sjálvur undir matvøruhandilin. Ta avgerðina munnu tey í Keypsamtøkuni mangan hava angrað, tí júst tann parturin av virkseminum hjá SMS er vaksin til eitt satt matvøruhandilsimperium, har stórur partur er uttan fyri húsið og uttan fyri Havnina.
35 ára dagurin setur sjálvandi dám á SMS í dag og í morgin.
– Vit hava valt at gera eitt sindur burtur úr hesum runda degnum, og tað gera vit við eini stórari føðingardagsveitslu á Hotel Føroyum í annaðkvøld, har vit verða um 600 fólk, sigur Niels Mortensen, stjóri í SMS.
Føðingardagurin hjá handilsmiðstøðini verður hildin á hvørjum árum, men fimta hvørt ár verður gjørt okkurt serligt burturúr.
Á skránni í morgin, leygardagin, verður eitt nú burturlutingin av bilinum í hittkort-kappingini hjá handlunum í SMS, og verður tað ungi svimjarin í Klaksvík, Krista Mørkøre, sum fer at trekkja vinningin. Teir, ið skipa fyri konserttiltakinum Voxbotn í Vágsbotni, fara eisini at avdúka eitt av høvuðsnøvnunum.
Niels Mortensen hevur verið stjóri í SMS síðani 1996, fyrstu árini saman við pápanum, Hans Mortensen, men seinastu seks árini hevur Niels Mortensen stjórnað SMS einsamallur.
Tá sølumiðstøðin lat upp í 1977 var húsið nógv minni, enn tað er í dag. Tá vóru bara tvær lonir, nú eru seks. Ætlanin var av fyrstan tí at byggja í stigum – og tá SMS fekk so mikið góða byrjan, so varð longu tíðliga farið undir at byggja næstu fýra lonirnar. Seinni eru aðrar útbyggingar gjørdar – tann seinasta í 2006, tá SMS kundi hýsa 31 handlum.
Men SMS er vaksið til nakað heilt annað, enn ætlanin var. SMS er ikki longur bara Sølumiðstøðin á Trapputrøðni í Havn, men hevur stórt virksemi kring landið, og tað heldur stjórin vera rættiliga áhugavert.
– Vit steðga tó ikki her, sigur hann, tá vit spyrja, um tey eru komin á mál – og um SMS kann blíva størri enn tað sama, og um tey kanska ætla at leggja seg á aðrar vinnugreinar.
– Tað, sum vit duga, er at selja mat og aðrar nýtsluvørur. Og tað verður tað, sum vit í P/F SMS halda okkum til, sigur Niels Mortensen.
Umframt sølumiðstøðina SMS rekur P/F SMS matvøruhandlar og bakaríið Mylnuna, Brotið og handilsmiðstøðina Miðlon.
eirikur@sosialurin.fo
Fýra fólk hava 35 ára starvsdag:
Fýra fólk í SMS hava starvast í sølumiðstøðini síðani byrjan. Trý teirra á skrivstovuni, og ein í Miklagarði:
Jørgen Jørgensen, slaktari, Hallgerð Johannesen, Mary Húsgarð og Jórun Johannesen í umsitingini.
FAKTA:
Handlarnir, ið lótu upp saman við SMS fyri 35 árum síðani, vóru 11 í tali og fleiri av teimum eru her enn. M.a. Bókasølan, Demmus, Heilsa, Good Luck (nú Vero Moda), Oddvør Jacobsen (Fríðkan). Harumframt vóru tað Kioskin, Frants Restorff, Feðgar, Gongin Blómur, í Skotinum og síðan Superland, ið eftir navnakapping í 1978 fekk navnið Miklagarður.