Í løtuni er frítíðarskúli fyri børnum í 1. og 2. fl. Í Gundadali, og eru hetta børn úr Sankta Frans skúla, ið hava møguleika at verða tilmeldaði.
Í samband við býráðsvalið, hava nøkur valevni verið frammi, har tey hava víst á tørvin fyri, at víðka um virksemi, og hesum eri eg samdur í, og havi stóran áhuga at fáa hetta sett í verk skjótt. Eg eri vitandi um, at í inniverandi býráðssetu, hava foreldur fleiri ferðir heitt á kommununa, at geva børnunum møguleika fyri víðkaðum námsfrøðiligum virksemi í Gundadali, men higartil hevur bert verið lurtað við deyvum oyrum. Nýggjasta dømi er frá býráðsfundinum 29. oktober, tá meirilutin ikki sá møguleikar fyri at víðka námsfrøðiliga tilboðið nú, men atkvøddi at koyra uppskotið aftur í nevnd. Hetta skal broytast, tí í Tórshavnar kommunu, skulu øll børn hava møguleika fyri frítíðartilboðið fyri 3. fl. Í teirra nærumhvørvi. Hetta er eisini galdandi fyri børnini í 3. fl. úr Eysturskúlanum, ið einki námsfrøðiligt virksemi hava í teirra nærumhvørvi.
Hetta er ein íløga – námsfrøði kostar, tó er hetta ikki er av teimum dýrastu, samanborið við aðrar íløgur. Á økinum við Badmintonhøllina verða 2 bingjur í framtíðini innrættaðar til frítíðarskúlan, og her kundi ein bráðfeingis møguleiki verið, at fingið nakrar líknandi bingjur afturat til frítíðartilboðið fyri 3. fl. Hetta skal bert verða fyribils, tí arbeiði at útbyggja núverandi stovn skal setast í verk skjótt.
Tað skal ikki verða nakað ivamál, hetta er eitt av fleiri viðurskiftum, ið eg – um mær verður víst álit, vil arbeiða miðvíst við, soleiðis at Tórshavnar kommuna støðugt arbeiðir við at geva foreldrunum eina víðkaða tænastu – og geva børnunum eina íløgu í námsfrøðiligt virksemi – og eg meini tað!
Bjarni Beder,
valevni á býráðsvalinum 2020