Í lesarabrævi undrast Levi Mørk, námsfrøðingur, at frítíðarskúlin verður so lítið raðfestur. Hann nevnir millum annað, at frítíðarskúlin, har hann starvast, hevur mist helvtina av námsfrøðingunum, tí ov fáir tímar eru til at halda námsfrøðingunum í starvi og tí fáa børnini eitt verri tilboð.
Orsøkin til at frítíðarskúlin nú hevur færri tímar til børnini er, at børnini nú eru fleiri tímar í skúla.
Jarvin F. Hansen, formaður í pedagogfelagnum, tekur undir við Levi Mørk, at tilboðið til børnini verður verri, men hann staðfestir somuleiðis, at frítíðarskúli ikki er eitt krav og tí er torført at siga, at frítíðarskúlarnir hava mist tímar til fólkaskúlan.
Felagið fylgir við
Levi Mørk hevur hug at finnast at pedagogfelagnum, at tað ikki hevur fylgt við í tilgongdini, sum ger frítíðarskúlan verri, men hesum vísir Jarvin F. Hansen aftur.
- Vit hava diskuterað støðuna í felagnum, og tað hevur fylt nógv síðan seinasta aðalfund. Vit undrast eisini, at vit ikki eru tikin við upp á ráð, tá fólkaskúlin skuldi hava fleiri tímar. Men nú eru vit í dialogi við avvarðandi partar, sigur Jarvin F. Hansen.
Hann sigur somuleiðis, at tað undrar, at ongar fakligar grundgevingar eru komnar fyri, at børnini skulu hava fleiri tímar.
Kommunan sparir
Tá frítíðarskúlin hevur færri tímar, merkir tað, at kommunan sparir pening, tí tað er landið, sum hevur skúlan um hendi, meðan kommunan hevur frítíðarskúlan.
Jarvin F. Hansen staðfestir, at hóast børnini í grannalondunum hava fingið fleiri vanligar skúlatímar, so hava frítíðarskúlarnir onki mist har.
- Har hava pedagogarnir fingið fleiri tímar at fyrireika seg, men í ávísum støðum í Føroyum hava teir bara mist tímar, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum.
Aðrir møguleikar
Jarvin F. Hansen greiðir frá, at hóast frítíðarskúlin missir tímar, so eru aðrir møguleikar, soleiðis at pedagogarnir hava nóg mikið av tímum.
- Ein møguleiki er at tvinna frítíðarskúlarnar saman við klubtilboðunum, soleiðis sum tað er gjørt í ávísum støðum í Føroyum. Har hevur frítíðarskúlin tilboð allan seinnapartin og út á kvøldið, so og soleiðis eru fleiri heil størv, greiðir Jarvin F. Hansen frá.