Fríðtíðarskúlin framsýning í Smiðjuni

Hósdagin læt ein framsýning hjá Fríðtíðarskúlanum í Hornabø upp í Smiðjuni í Lítluvík.

Á framsýningini eru 124 listaverk, sum børnini sjálvi hava gjørt, 64 málningar og 61 gipsmaskur.

Málningarnir og maskurnar eru gjørdar av hvørjum barnið sær. Tey hava málað við ymiskum litum, við og uttan glimmur.


Sigrun Magnussen, leiðari á Frítíðarskúlanum í Hornabø, sigur, at framsýningin er serliga ætlað foreldrum hjá børnunum sum ganga í skúlanum, soleiðis at foreldrini keypa listaverkini, og peningurin fer óskerdur til okkurt hugnaligt tiltak saman við børnunum. Men øll eru vælkomin í Smiðjuna at síggja framsýningina, sigur Sigrun.


Framsýningin var opin hósdagin og letur upp aftur mánadagin 23. februar, tá opið er frá kl. 13-19, og mikudagin 25. februar, tá opið er frá 11-15.


Í Frítíðarskúlanum í Hornabø ganga tilsamans 62 børn frá 1. og 2. flokki á Venjingarskúlanum.