Frítíðarskúlin

Nú frítíðarskúlin verður viðgjørdur í fjølmiðlunum er umráðandi at fólk vita okkurt um frítíðarskúlar, hví tørvur er á frítíðarskúl-um og hvat flestu frítíðar-skúlar arbeiða eftir.

Jógvan Philbrow
Frítíðarskúlaleiðari
???????????????
Navnið "Frítíðarskúli" er heldur misvísandi, tí frítíðarskúlin er ikki í familju við ein skúla. Rætta heitið er frítíðarheim sambært Dagstovnalógina.

Hví ganga í frítíðarheim/ansing?
Flest, hava helst tað áskoðanina at frítíðarheimi er bert til fyri at nøkta ein ansingar tørv hjá foreldrum, eitt stað har barnið kann verða meðan mamma og babba eru til arbeiðis. Tað er tað eisini, men tað eru eisini fleiri aðrar orsøkir til at barnið skal ganga í frítíðarskúla.
Ein øðrvísi bygdarmynd er eitt. Har ið húsini í bygdini stóðu mest sum í einum grannalagið, var lætt at finna sínar spælivinir. Nú-tíðin er øðrvísi, fjarstøða og ferðsla ger sítt til at tað er trupult, enntá vandamikið at skula leita sær spælivinirnar fram.
Samstundis sum bygdarmyndin er broytt, eru krøv-ini til nútíðar barni broytt. Eitt tað fremsta kravið til barni, nú, er samskiftis førleikin. Og hesin førleikin er torførur at menna og styrkja í einsemi.
Heimurin broytist, allur sum hann er, førdur fram á einari tíðaraldu, ið er ógjørlig at steðgað.

Tíðaraldan
Henda tíðaralda, førir broytingar við sær, skúlin, sum fyri stuttum var savningarstað klárar illa at metta økta tørvin frá samfelagnum. Bundin til, í ávísan mun, heldur stirvnum traditónum. Samstundis sum fleiri og fleiri ábyrgdir verða lagdar út til hann.
Nútíðin setur sera stór krøv til samskiftið - har møguleikarnar eru alsamt vaksandi.
Samstundis gerst ein av grundarsteinunum undir samskiftinum, nevniliga menniskja samveru, ella sosial samvera meira týðandi at duga.
Samskiftið krevur at tú skilir, mál, kropsmál, tónalag - og ymiskar samskiftishættir,umframt annað. Við øðrum orðum; tað krevst at verða sosialur.
Betur barni er fyri sosialt, betur er tað ført fyri at fóta sær í einum støðugt broytiligum samfelagið.

Hvat er eitt frítíðarheim?
Frítíðarheimi er fyrst og fremst eitt stað har ið barnið hevur frí. Tað at hava frí er, tað tíðina tú hevur at røkja tíni egnu áhugað mál.
Frítíðarheimi er staði har í barni hevur møguleikan at spæla við vinunum, floksfelagar og onnur, sínar javnlíkar, undir tryggum og helst eisini avbjóðandi korum. Tí frítíðarheimi skuldi helst eisini bjóða børnunum nøkur øðrvísi tilboð.
Á frítíðarskúlanum ligg-ur høðusuppgávan í sosialiseringina av børnum, hendan hendur í stóran mun, í frítíðini hjá børnunum. Her er tað at tey sleppa at royna seg, kjakast um hendingar, evni sum hava verið uppi í skúlanum og aðrastaðni.
Her sleppa tey at gera sínar egnu royndir, undir tryggum umstøðum, har ið tey vaksnu eisini hava tíð og møguleikan at fylgja við og lofta, um tað skuldi verði neyðugt. Ein uppgáva sum gerast alsamt torførari í einum skemaløgdum degi - har pensum skal náast.
Karmarnir á frítíðarskúlanum eru leysir og tó. Fastar karmar fyri hvørjar avtalur eru galdandi, mat-pakka siðir og sømuligur atburður eru har fyri at tryggja at ein tryggleiki kann ráða í Frítíðar-skúlanum.
Tryggleikin aftur gerð at børnini fáa dirvi til at víðkað sjónarringin og granska umheimin.
Her er sosialisering sett í hásætið, móti fakligu innlæringin í skúlanum.

Tað pedagogiska innihaldið í einum Frítíðarheimið.
Fysisku karmarnir, sum frítíðarheim runt um í landinum, virka undir, eru enn ymiskir. Tó tori eg at við vissu at siga at flestu frítíðarheimini, við pedagogiskum leiðslum líkjast inni-haldsliga. Dagligdagurin inniheldur ymisk tilboð, kreativt og rørsluligt, meðan denturin verður lagdur á at børnini hava frí. Tað at hava frí eigur at geva børnum rúm at spæla, sum teim-um lystir, hava møguleikan at hvíla seg og at takast við onkrum sum hevur teirra áhugað.
Her eru ikki treytir settar fyri at børnini skulu læra okkurt ávíst, ella náa okkurt ávíst pensum. Her er tað barni, sum sjálvt sleppur at brúka tað tíðina tað vil, at læra, spæla og handla á lívspallinum.