Elin Lindenskov, býráðslimur, valevni Javnaðarfloksins, www.lindenskov.com
???????
Minnilutin í Tórshavnar býráði hevur enn einaferð ávirkað ætlanirnar fyri eitt komandi ár rætta vegin. Vit fingu meirilutan at ganga við til at víðka fríðtíðarskúlan til eisini at fevna um annan flokk. Men tíverri bar ikki til at fáa meirilutan til at taka allan annan flokk við.
Stórur tørvur hevur verið á fríðtíðarskúlanum. Næstan øll, sum hava fingið til-boðið í fyrsta flokki, hava tikið av tilboðnum og roknast kann við, at tað sama verður galdandi fyri annan flokk.
Í 2005 eru avsettar 1,8 milliónir krónur av til frítíðarskúla at byrja frá august. 1,8 millión er nóg mikið til meira enn helvtina av næmingunum í øðrum flokki. Tað var tað, vit fingu meirilutan at ganga við til hesa ferð. So mugu vit taka restina við í 2006 og so vóna, at vit kunnu fáa 3. flokk við sum frá líður.
Fyri meg hevur tað verið ótrúliga stuttligt at hava verið við til at broyta hugburðin til barnaansing og fríðtíðarskúla til tað, hann er í dag. Niðurstøðan má verða, at barnaansing og frítíðarskúlin økja um trivnaðin í Havnini, soleiðis at fólk støðast og vilja seta búgv í Havnini. Og vøkstur er neyðugur fyri at styrkja um Havnina.
Minnilutin setti eisini uppskot fram um systkinaavsláttur, so foreldur við fleiri børnum á dagstovni skulu fáa avsláttur. Hetta fingu vit ikki í gjøgnum, men samtykti uppskot um at hækka barnafrádráttin við 250 upp í 5.000 kr. fyri hvørt barnið.
Systkinaavsláttur er eitt mál, sum Javnaðarflokkur-in hevur arbeitt fyri leingi. Vit vóna, at systkinaav-slátturin kann fáast ígjøgnum innan alt ov leingi.