Terji Nielsen
Valevni Fólkafloksins í Suðurstreymoy
Øll eru vit góð við børnini, og vit vilja, at tey skulu hava tað so gott sum møguligt. Í løtuni hevur Tórshavnar Kommuna einans tilboð um frítíðarskúla til børn, ið ganga í 1. flokki. Hetta merkir, at børn í 2. flokki, sum eru um 7 og 8 ára gomul, noyðast til húsa, tá ið tey fáa frí úr skúlanum um døgurðatíð.
Soleiðis sum samfelagið er innrættað í dag, er tað tíverri so, at hjá teimum allarflestu er neyðugt, at bæði foreldrini arbeiða úti. Hetta merkir, at børnini koma heim til eitt tómt hús, og neyvan verður nakar heima fyrr enn fleiri tímar seinni. Tað er tí vælskiljandi, at nógv foreldur eru bangin um síni børn, ið ganga heima einsamøll í fleiri tímar.
Í grannalondum okkara er tilboðið um frítíðarskúla oftast galdandi til og við 3. flokk, og tá eru børnini so mikið stór, at tey eru betur før fyri at klára seg sjálvan í nakrar tímar. Vit her í Havnar Kommunu noyðast at víðka um frítíðarskúla-tilboðið, so at tað í minsta lagi er galdandi fyri 2. flokk eisini.
Fólkaflokkurin lovaði undan seinasta býráðsvalinum at loysa trupulleikan við barnaansing, og hesin trupulleiki er nú loystur. Nú ætla vit okkum at gera nakað við omanfyri nevnda trupulleika, og tí er tín atkvøða av týdningi fyri at tryggja teimum smáu skúlabørnunum ein tryggari gerandisdag.










