Jógvan Arge
býráðslimur
Tey foreldur eru mong, sum nú merkja sviðan av, at Tórshavnar Býráð ikki hevur viljað syrgt fyri frítíðarskúla til bæði 1. og 2. flokk.
Minnilutin í býráðnum hevur á hvørjum ári hesa setuna havt uppskot um at skipa fyri, at eisini skúlabørnini í 2. flokki sleppa í frítíðarskúla eftir loknan skúladag, men vit hava ikki fingið meiriluta fyri uppskotinum.
Hetta var eitt av teimum málum, sum stóð á okkara stevnu til seinasta býráðsval, og tað verður aftur á stevnuni til hetta býráðsvalið.
Avgerðin kann kortini verða tikin longu áðrenn býráðsvalið í november.
Um nakrar dagar verður farið undir at viðgera fíggjarætlan Tórshavnar Býráðs fyri árið 2005, og tá fara vit enn einaferð at leggja til brots fyri at fáa frítíðarskúlan til eisini at umfata 2. flokk.
Sum nú er, reika børnini í 2. flokki býin runt at finna sær skjól og selskap til foreldrini einaferð koma aftur frá arbeiði. Tað er mikið gott, at børnini finna saman sjálvi, men kann vera ótrygt, og ið hvussu so er kenna nógv foreldur seg ótrygg.
Okkurt framstig liggur í kortunum. Ætlanir eru um at byggja ein lítlan skúla til smábørnini í Hoyvík, meðan bíðað verður eftir tí stóra skúlanum, og hesin smábarnaskúlin skal eisini brúkast til frítíðarskúla fyri 1. og 2. flokk, tá hann kemur.
Men tað hjálpir ikki teimum, sum hava trupulleikan í dag.
Býráðið alt hevur verið samt um at taka tøk til frama fyri barnaansingina hesa seinastu setuna, og nógv er eisini fingið frá hondini. Okkurt kundi verið betur frágingið, men tíverri hevur hugurin ikki rokkið til eitt frítíðartilboð til tey skúlabørnini, sum ganga í 2. flokki.
Tað eiga vit at bøta um sum skjótast.