Sjálvandi skulu børnini eisini vera við uppá tað. Vit kunnu byrja við 3 flokki, sum eina roynd og síðani eftirmeta støðuna, út frá tørvinum. Eg vil 100% arbeiða fyri sakini.
Frítíðarklubb í nýggja skúlanum á Argjum.
Tað er komið, fleiri dagstovnar á Argjum, og tað er frálíkt, men her vantar nakað fyri ungdómin, tað er ov langt, at fara oman í býin hjá ungdóminum á Argjum. Eg meini, at ungdómurin á Argjum, kan brúka nýggja skúlan, á Argjum eisini til ungdómsklubb.
Har verður jú eisini frítíðarskúli, hví ikki kanna møguleikan, fyri at hava ungdómsklubb, uppá sama máta, sum tankin er at gera uppi í frítíðarskúlanum Hoyvík og í ítróttarhøllini í Kollafirði. Eg eri heitur talsmaður fyri hesum.
Í Nolsoy hava ungdómar einki.
Eg vil eisini arbeiða fyri, at ungómurin í Nólsoy, fær betri kor. Her er einki frítíðartilboð til ungdómin. Hetta líkjist ongum. Vit vita jú, at ungdómurin í Nolsoy, hevur alt ov langa leið til Havnar.
Fá nýt stev – vel Lev