Frítíðarskúlar til 2. og 3. flokk - sum muna!

Robert Vilhelmsen
Valevni Javnaðarfloksins - listi C

Nógv foreldur hava dagliga og í summarfrítíðin stóran ampa av, at kommunan vantar eina nøktandi og virðiliga frítíðarskúlaskipan. Frítíðarskúlaskipanin skal nøkta tørvin hjá børnum og foreldrum og tískil eisini tillagast arbeiðsmarknaðinum.
Summarfrítíðin, heyst-frítíðin og aðrar frítíðir hjá skúlunum og arbeiðsmarknaðinum eru ikki í samsvar og tí má frítíðarskúlaskip-anin tillagast hesum veruleika.
Kommunan skal virka fyri, at øll børn upp til 3. flokk fáa tilboð um eina virðiliga frítíðarskúlaskip-an. Umráðandi er, at skúli og frítíðarskúli sum høvuðsregla liggja tætt at hvørjum øðrum, soleiðis, at børnini trygt kunnu ganga í millum stovnarnar. Tørvur er eisini fyri eini skipan við m.a. ungdómshúsum til størru børnini.
Ein skipan við systk-ina-avsláttri skal setast í verk skjótast gjørligt.
Við tínum stuðli og atkvøðu fer hetta at vera eitt av mínum fremstu málum at fremja í Tórshavnar kommunu.
Tryggleiki og lívsvirði - til allar borgarar!