"Trupulleikar við útgjaldi av frítíðarløn fyri 2011".
Tað er yvirskriftin í telduposti, sum vit júst hava fingið frá Elektron.
- Sum nógv hava varnast, er frítíðarlønin fyri 2011 ikki komin á konto tann 2. mai 2012 sum ætlað. Uppgávan hjá Elektron í hesum sambandi er at gera neyðugu koyringarnar klárar vegna TAKS.
Lagt verður aftrat, at hetta arbeiði varð avgreitt í góðari tíð og sent til SDC í Danmark, sum tíverri hava trupulleikar í løtuni við at avgreiða hetta vegna føroysku peningastovnarnar.
- Nærri kunning um hetta kann fáast frá peningastovnunum, sigur Elektron í stutta tíðindaskrivinum.










