u
Men, hvat er eitt frítíðarkort?
- Endamálið er fíggjarliga at stuðla børnum og ungum at verða virkin í frítíðarvirksemi.
Í 2020 var talan um eina royndarskipan, har børn og ung í aldrinum 6-18 ár vóru fevnd av skipanini. Skipanin heldur fram í 2021, men við tí broyting, at nú fáa øll børn og ung í aldrinum 0-18 ár eitt frítíðarkort til eitt virði á 2.000 krónur, sum kann brúkast til lima- og luttøkugjald í ymisku ítróttar- og frítíðarvirksemistilboðunum, sum teimum standa í boði í Nes kommunu og aðrastaðni.
Frítíðarkortið kann brúkast til ítrótt, skótar, kvøldskúla, musikkskúla og annað.
Hvussu virkar so frítíðarkortið?
- Nes kommuna skrásetir øll børn og ung 0-18 ár í kommununi at eiga 2.000 krónur til góðar at brúka til lima- og luttøkugjald í 2021.
Í Nes kommunu vísa tey á, at har feløg/felagsskapir í Nes kommunu skipa fyri almennum tilmeldingardegi, er møguleiki at fáa skrásett seg á eitt yvirlit, og kommunan flytir peningin beinleiðis til feløgini/felagsskapirnar samsvarandi yvirlitinum.
Gjaldsváttan verður tá send til foreldrini.
- Annars er mannagongdin, at børn og ung fyrst gjalda til feløgini/felagsskapirnar og fáa so endurrindað frá Nes kommunu við at senda kvittan til kort@nes.fo, har tað framgongur, hvat barn talan er um, og hvat frítíðartilboð, goldið er fyri.
Meira um frítíðarkortið hjá Nes kommunu kann lesast á heimasíðuni - www.nes.fo