Hóast útlit til hampiliga góðan várróður hjá snellubátunum norðan fyri í ár, so stúra teir, sum fiska við línu burtur av, eitt sindur fyri, hvussu verður við fiskaprísinum, um nógvur snellufiskur verður.
- Sjálvandi vóna vit, at bæði bátar við línu og snellu fara at fáa fisk í vár, men tað skerst ikki burtur, at snellufiskiskapurin saktans kann fara at trýsta fiskaprísin.
Útróðrarmaður, sum burtur av fiskar við línu, og sum rør út alt árið, vísir á, at sjálvandi fer tað at hava sína ávirkan, um einir 100 bátar fara at fiska við snellu í vár, og fiskur verður at fáa.
- Tað er skjótt at trýsta marknaðin, og hetta síggja vit ofta, tá nógvur nógvur fiskur kemur upp á land.
Útróðrarmaðurin sigur, at teir, sum fiska við snellu um várarnar, oftast eru menn, sum eru í øðrum starvi, men sum hava keypt sær bát til várróðurin og hava tikið sær frí til at rógva út.
- Hetta er eisini teirra fulli rættur, men tað kann skjótt fara at ávirka fiskaprísin, um nógvur snellufiskur verður, sigur útróðrarmaðurin, sum kortini heldur, at snellan hevur ov fríar ræsur í vártíðini í mun til línuna.