Trivnaður
Nú verða umstøðurnar hjá teimum, sum hava til frítíðarítriv at fiska laks í Vági, munandi betri.
Á fíggjarætlanini fyri í ár samtykrti Vágs Býráð at seta 30.000 krónur av tilat bøta um umstøðurnar hjá teimum, sum hava til ítrivs at fiska laks í Vági og arbeiðið byrjaðði í hesi vikuni
Dánjal Bjarkhamar, sum er formaður í teknisku nevnd hjá býráðnum, sigur, at peningurin skal brúkast til at bøta um Laksá, ið rennur av Vatninum, út í Ósan, innast í Vágsfirði, og til at gera umstøðurnar í sjálvum Vatninum betri.
? Fyri tveimum, trimum árum síðan i varð nakað av laksasmolti sett í Vatnið. Tað hevur givið úrslit, tí síðani hevur verið nógvur laksur at sæð.
Formaðurin í teknisku nevnd sigur, at hetta hevur eggjað býráðnum til at halda fram við arbeiðnum og nú er sostatt peningur settur av.
Peningurin skal brúkast til at gera laksatrappur, so at laksurin sleppur ótarnaður úr Ósanum, vestur á Vatnið.
Men harumframt er ætlanin at dýpa sjálvt vatnið. Á Vatninum er útgrunt og har tað er djúpast, er tað neyvan meiri enn 2-2,5 metrar.
Dánjal Bjarkhamar sigur, at tað arbeiðið verður helst gjørt í vár.
Hann sigur, at hetta er í tøkum tíma, at farið verður undir arbeiðið, tí nógvur laksur stendur uttanfyri Ósan.
Av tí, at tað er so grunt, er ov lætt hjá fugli at taka laks, tí hann sleppur ikki til rýmingar. Hartil kemur, at vatnið verður alsamt grynri, tí móra legst alla tíðina.
Ætlanin er nú at pumpa móruna úr vatninum, vestur í vesturhavið og tað letur seg væl gera.
Dánjal Bjarkhamar sigur, at tá íð hetta er gjørt, verða umstøðurnar at fiska laks í Vági so góðar sum fáa aðrastaðni. Umframt at fáa stóran týdning fyri trivnaðin á staðnum, ivast hann ikki í, at hetta fer at fáa alstóran týdning fyri ferðavinnuna.
Hann sigur, at tá skuldi fortreytirnar fyri at fingið nógvan laks í Vatnið avgjørt verið til staðar, tí allar kloakkir eru beindar í vesturhavið, so áin og Vatnið eru gullrein, og har ýjur í lívið sum er.
Tá ið arbeiðið er liðugt, væntar hann, at viðurskiftini verða skipað, so at tað er greitt, hvør kann fiska, hvørjar treytirnar verða, nær fiskast kann og við hvør reiðskapur er loyvdur.
'