Frítíðar- og mentanardepil í Skálavík

Ætlanin er at byggja ein risastóran frítíðar- og mentanardepil í Skálavík. Tað er Eiler Jacobsen, reiðari, sum stendur fyri hesi spennandi verkætlan. Portalurin skilur, at talan er um eina verkætlan, sum fer at kosta útvið 100 mill. kr. Hon er í trimum pørtum og fevnir um frítíðardeipil, heilsudepil og ítróttardepil. Lyklaorðini aftanfyri ætlanina eru ítrottur, heilsa og mentan.

Hósdagin 26. juni kl. 13 verður hakin settur í hesa stóru verkætlan, ið hevur verið í umbúna seinasta árið, sigur Skálavíkar kommuna í tíðindaskrivi.