Frá Svalbard til Norður-eystur Grønland

Kendi týski ævin­­týrarin og upp­tøku­maðurin, Klaus Kiese­wetter, sum í mong ár búði í Føroyum, fer at halda fyrilestur í Oyndarfirði og í Sal­tangará í november. Fyrilestrarnir verða á føroyskum

Fyrilestrarnir vera í kjall­ar­anum í handlinum hjá Eivind í Oyndarfirði mánakvøldið 14. november kl. 19.30 og í býráðshøllini hjá Runavíkar kommunu mikukvøldið 16. november kl. 19.30. Fyrilesturin tekur umleið 1½-2 tímar og kostnaðurin er kr. 30.
Heitið á fyrilestrinum hjá Klaus er Frá Svalbard til Norður-eystur Grønland. Við nærmyndum av ís­bjarnum, roysningum og kópum fæst ein áhugaverd uppliving.
Eitt sindur um ferðina
Ferðin frá Svalbard til Norður-eystur Grønland í august/september 2004 var gjørd í einum lítlum fyrrverandi russiskum ísstyrktum hav­kanningarskipi, sum er ogn hjá fróðskaparsetrinum í Skt. Petersburg. Skipið hevur síð­an fyrst í nítiárunum siglt við ferðafólki og verður leigað av fleiri altjóða fyritøkum við áhuga í arktisku leiðunum at sigla í økjum, har vanlig ferðamannaskip ikki kunnu sigla. Um summarið siglir skipið í Arktis og um veturin í Antarktis.
Skipið gongur 12-13 míl og er útgjørt við 5 zodiacs t.e.stórum gummibátum, ið verða brúktir til at sigla í land á serstøkum støð í næstan órørdari náttúru. Har fær ferðafólkið høvið til at eygleiða hvalir, kópar, sjófuglar á havinum ella t.d. moskusoksar á strondini ella at sigla gjøgnum ísin at síggja áhugaverdar ísfellur.
Manningin umborð er russ­isk. Klaus Kiesewetter legði túrin til rættis og var sjálvur ekspeditionsleiðari umborð.
Ferðin byrjaði í Long­year­býnum  og leiðin gekk fyrst í útnyrðing fram­við eystursíðuni á Svalbard og víðari eftir Hinlopensundinum til syðra enda av oynni Nordaustland, har siglt varð framvið longsta jøklinum í Europa, sum er 220 km langur. Farið varð í land á eini strond, har roysningar halda til.
Eftir at hava siglt aft­ur og fram gjøgnum Hin­løpensundið varð kósin sett til Norð-eystur Grønland um­leið 74 stig norður. Umleið 50 fjórðingar vestur úr Svalbard mátti sendast boð eftir eini bjargingartyrlu frá Longyearbýnum. Eitt ferðafólk við hjarta- og anda­trupul­leikum mátti flytast av skipinum til viðgerð í Long­yearbýnum.
At enda eydnaðist at koma ígjøgnum ísin við norð­ureysturstrondina í Grøn­landi 72 gradir norður og í land á Sabineoynni. Á hesi oynni vitjaði ferðafólkið leivdir frá 1. týsku Norðurpól Expeditionini í1872/73, leivdir frá norskum veiðu­smáttum og leivdina av eini týskari veðurstatión fra 2. veraldarbardaga.
Síðan gekk leiðin framvið strondini sunnanfyri inn í  vakrar og djúpar firðir við hópin av gomlum veiðu­smáttum, stórum flokkum av moskusoksum og nógv­um snjóharum suður til heim­sins størsta fjarðaøkið, Scoresbysundfjørðin.
Farið varð í land 3 ferðir um dagin; um morgunin, seinnapartin og um kvøldið. Onkuntíð bleiv ferðafólkið vakt mitt um náttina um t.d. ein ísbjørn var nærhendis ella um norðlýsið sást.
Leiðin helt áfram suður­eftir í Nanses fjørðin og hað­ani til Keflavíkar, har ferðin endaði.
Hetta er í stuttum tað, ið verður at hoyra og síggja á fyrilestrinum hjá Klaus Kiesewetter í kvøld, 14. november kl. 19.30 í Oyndarfirði og miku­kvøld­ið 16. november í bý­ráðssalinum hjá Runavíkar kommunu.