Missiónshúsið á Strondum hevur keypt gamla bygningin hjá Strandasentrum umframt nakað av jørð afturat. Nú verður bygningurin tikin niður, og ætlanin er at byggja nýtt missiónshús á staðnum
Í nøkur ár hevur missiónsarbeiðið á Strondum arbeitt við ætlanum um at byggja nýtt missiónshús. Tekningar vóru komnar til vega og grundstykkið var næstan komið upp á pláss. Men av ymiskum orsøkum varð tað ikki til nakað, skrivar Trúboðin.
Nú, tá ið gamla Strandasentrum var til sølu herfyri, valdi missiónshúsið at keypa bygningin og nakað væl av øki uttanum.
Sjálvur bygningurin skuldi ikki brúkast, og er hann tí tikin niður. Hinvegin er tað grundstykkið, ið hevur áhugan hjá missiónshúsinum. Grundstykkið liggur ikki langt frá verandi missiónshúsi.