Vestmanna
Skráin fyri fjarðastevnuna byrjar longu í kvøld við stevnubingo í Ítróttarhøllini, sum byrjar klokkan 19, og seinasta tiltakið er sunnukvøldið klokkan 19.30, tá Missiónshúsið fer at hava sangmøti á Torginum.
Fríggjadagin fyllir skráin meira. Tá letur Fjørðukrógvin upp longu klokkan 9, og ein tíma seinni verður høvið at fara inn í Vestmóta at hyggja sær eftir klæðum – um okkurt er, sum er eftir at keypa til stevnuna.
Restin av fríggjadegnum er rímiliga friðarligur, til Café Bryggjan letur upp klokkan 17 og verður opin heilt til klokkan 04. Úr køkinum selir Bryggjan pizza og franskar hotdog.
Klokkan 18 seinnapartin fríggjadagin lata tivoli og hoppiborgir upp á bryggjuøkinum, og klokkan 19.30 hevur Missiónshúsið útimøti á Torginum.
Konsert verður í ungdómshúsinum Staðnum klokkan 20 fríggjakvøldið, og her fara Jens Marni Hansen og nýggi vestmannabólkurin Píggj at spæla og undirhalda.
Klokkan 21.30 hevur Saron útimøti á Torginum, og tá møtið er liðugt, verður bjóðað til kaffi og sang í Saron.
Seinasta tiltakið á skránni fríggjakvøldið verður livandi tónleikur á Bryggjuni, har Eyðun og Neil spæla.
Stórur leygardagur
Leygardagurin verður tann stóri dagurin í Vestmanna, og tað verður helst eisini tann langa sunnunátt, áðrenn tey, sum ætla sær ein túr í dans hjá Spaðar 5 í Ítróttarhøllini, fara til hús aftur.
Í sambandi við rimmar dansin og stevnuna annars, koyrir náttarbussur úr Vestmanna til Havnar klokkan 23.30 og úr aftur Havn klokkan 00.30. At enda koyrir bussur úr aftur Vestmanna og til Havnar, tá dansurin endar.
Úr Vestmanna frætta vit, at koyrt verður um Kvívík og Kollafjørð.
Leygardagin er annars mangt og hvat á skránni.
Úr rúgvuni kunnu vit nevna, at rennikapping verður klokkan 11 við tilmelding á www.athletics.fo ella í Undirhúsinum á bryggjuni í Vestmanna millum klokkan 10 og 10.45 leygarmorgunin.
Setanin av fjarðastevnu verður á Torginum klokkan 14.
Barnaróðrar byrja klokkan 13.30, og síðan byrjar FM-róðurin klokkan 15.
Eftir kappróðurin verður steypahandan við Undirhúsið, og tað verður forkvinnan í VÍF, Jóngerð Nielsen, sum syrgir fyri handanini.
Klokkan 15 leygardagin verður Amnesty International Føroya deild á bryggjuni, har tey fara at greiða frá sínum virksemi. Høvið verður eisini at tekna seg sum lim.
Tivoli og hoppiborgir lata upp á bryggjuøkinum í Vestmanna klokkan 14.
Á Válinum, sum hoyrir undir Kvívíkar kommunu, verða eisini tiltøk leygardagin. Hesi byrja klokkan 17, og tá verður tað Kvívíkar Róðrarfelag, sum skipar fyri tombola, fiskibrunni, og høvið verður eisini at keypa sær kaffi, køkur og heita suppu.
Leygarkvøldið verða útimøtir, og tá verður eisini meksikansk uppboðssøla av listaverkum, eins og livandi tónleikur verður á Bryggjuni klokkan 22 við Eyðuni og Neil.
Meðan dansurin gongur í Ítrótarhøllini, verður pylsuvognur uttanfyri høllina, so ongum nýtist at ganga svangur, sum náttin líður.









