Vend er av álvara komin í danska búskapin, og tað sæst aftur í ríkiskassanum Tann almenna fíggjarstøðan í Danmark er av sonnum komin í eina broytingartíð orsakað av fíggjarkreppuni.
Í gjár kunngjørdi stjórnin, at tað almenna fer frá 63 milliardum krónum í avlopi í 2008 til 60 milliardir krónur í halli í 2010.
Hallið í 2010 fer at svara til 3,3 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni. Til sammetingar nevnir stjórnin, at í ár verður hallið hjá tí almenna helst 22,5 milliardir krónur, sum er 1,3 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni.
Claus Hjort Frederiksen, fíggjarmálaráðharri, segði í gjár, at orsakað av fíggjarkreppuni er ein ávís óvissa knýtt at framskrivingunum.