Fríspark bleiv avgerandi

Blaðungur framherji sparkaði Manchester United nærri Europa League-finaluni.

Í gjár tryggjaði Ajax sær eitt rimmar útgangsstøði við 4-1-sigri ímóti Lyon í fyrru hálvfinaluni í Europa League, og í kvøld skuldu hini bæði liðini, sum eru eftir í kappingini, nevniliga Manchester United og Celta Vigo, dystast í Spania.


Tað vóru nógvir málmøguleikar í dystinum, kanska serliga í fyrra hálvleiki, men tað var ein frísparksstøða miðskeiðis í seinna hálvleiki, sum bleiv avgerandi.


19 ára gamli Marcus Rashford varð settur at skjóta, og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka bóltin í netið til 1-0 til Manchester United. Skotið setti hann í somu síðu, sum málverjin stóð, men Sergio Alvarez fekk hóast tað ikki vart fyri skotinum.


Við 1-0-sigrinum í kvøld hevur Manchester United tryggjað sær eitt gott útgangsstøði undan seinnu hálvfinaluni, sum verður á Old Trafford um eina viku.

 

Celta Vigo - Manchester United 0-1 (0-0)

0-1: Marcus Rashford, 67.