TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna sum var við hjálparvenjaran hjá HB, Rasmus Nolsøe á Rás2 fyrr í kvøld.
Rasmus Nolsøe sá sínar menn vinna 2-1 á Víkingi í dag, og er HB einsamalt oddalið við 25 stigum.
Rasmus Nolsøe er gamal frísparksserfrøðingur hjá júst HB, og hann setti orð á tey bæði framúrskarandi frísparksmálini, ið Adrian Justinussen skoraði fyri HB. Rasmus heldur, at tað er ótrúliga gott hjá HB, og tað gevur liðnum ein eyka pondus, at teir hava eitt so gott vápn at taka til sum fríspørkini hjá Adrian Justinussen.