Frá sorinskrivara til brennivínsmann

AVTIGNAÐUR Sorinskrivarin í Barbu er fallin til drukk í aktuellum filmi, sum vinnur hjørtu á norrønari filmstevnu í Lübeck

 



Birgir Kruse

Á árligu filmstevnuni í Lübeck, Nordische Filmtage, hevur danski filmurin "Bænken" vunnið fyrstu virðisløn. Hetta er fyrsti filmur hjá danska leikstjóranum Per Fly. Men fyrsta plássið er deilt við norska filmin "Aberdeen", sum Hans Petter Moland hevur leikstjórnað. Í dómsnevndini sita Katrin Ottarsdóttir og fýra onnur fólk, ið øll burturav arbeiða við filmi.

Stevnan í gamla Hansastaðnum Lübeck sýnir nýggjan norrønan film á hvørjum ári. Og tað hava tey gjørt við týskum nærlagni í samfull 42 ár. Dagarnir fella altíð á fyrsta vikuskifti í november. Einasta árliga norrøna filmstevnan er sostatt uttanfyri Norðanlond.

Dómsnevndin brúkar orðið "intensitetur" í báðum førum, tá um vinnararnar ræður. Bæði danski filmurin "Bænken" og hin norski "Aberdeen" viðgera líknandi evni, men á ógvuliga ymiskan hátt. Dómsnevndin sigur, at intensi filmurin "Bænken", sum er fyrsta avrik leikstjórans, brúkar ein nærum dokumentariskan autentisitet og ein ávísan grovleika, við einum framúrskarandi høvuðspersóni og einum framúr leikarahópi. Høvuðspersónurin er Jesper Christensen, vit kenna sum sorinskrivaran úr "Barbu". Um norska filmin "Aberdeen" sigur dómsnevndin, at hetta er eisini ein hugtakandi filmur, eftir sum hann er so intensur og hevur so forvitnisligar leikarar. Hesin filmur vinnur við at vera væl og stramt skipaður og at nýta stóra lørifti á ein livandi hátt. Fyrsta filmsvirðirslønin á norrønu filmstevnuni í Lübeck er 25.000 DM.

Svenskir filmar vunnu tríggjar av hinum virðislønunum. Sonevndu Baltisku Virðislønina fekk Liv Ullmann, sum hóast fødd í Tokyo av norskum foreldrum luttók við svenska filminum "Trolösa", sum byggir á handrit eftir Ingmar Bergman. Hesin filmur var tættasti kappingarneyti, tá "Dancer in the Dark" fekk gullvirðislønina í Cannes í summar. Hinir báðir svensku filmarnir, sum vórðu virðisløntir í Lübeck eru báðir barnafilmar: "En god sommar" eftir Ulf Malmros og "En häxa i familjen" eftir Harald Hamrell.

Meðan tað á okkara leiðum hevur verði hildið lítið sømuligt fyri kirkjufólk at ganga í biograf, verður hetta virðislønt í kirkjuligum høpi í øðrum, serliga katólskum, londum. Í Lübeck verður handað ein sonevnd kirkjulig virðisløn fyri film. Í ár fór henda virðisløn til íslendska filmin "101 Reykjavík", við hesi grundgeving: "Í sannførandi myndum heldur leikstjórin Baltasar Kormákur stórbæru íslendsku náttúruna upp í móti smáborgarligum medmenniskjansligum ásetingum í býnum. Hesin filmur tekur upp spurningar, ungfólk seta sær sjálvum. Og við tí ertandi skemti, sum liggur í filminum, verða vit loyst frá einum moraliserandi lívssjónarmiði". Í dómsnevndini, sum lata kirkjuligu filmsvirðislønina í Lübeck í ár sita Rita Weinert, blaðkvinna í Hamburg, Anita Uzulniece filmslærari í Riga og Raymond Olsen sóknarprestur í Hjørring. Við kirkjuliga viðurkenningini fylgja tveytúsund markar.

Í 1989 skipaði Filmsfelagið og Norðurlandahúsið fyri norrønari filmstevnu í Føroyum. Filmar vórðu sýndir í Norðurlandahúsinum og í Útvarpshøllini, har ein danskur ferðabiografur hevði sett upp. Tað var til hetta høvi, at fyrsti biograffilmurin hjá Katrini Ottarsdóttir "Atlantic Rhapsody" varð frumsýndur m.a. fyri altjóða pressu. Derek Malcolm frá The Guardian dámdi væl filmin og nevndi Woody Allen, sum eitt navn, ið kom honum til hugs við hetta høvi.

Í fjør vann nýggjasti filmurin hjá Katrin "Bye bye bluebird" fyrstu virðisløn á norrønu filmstevnuni í Lübeck. Tí sat hon í dómsnevdini í ár.