Íbúgvar í Berlin eru farin frá at verða í sorg, til aftur at verða bangin fyri einum yvirgangsálopi afturat.
Korrespondenturin hjá Politiken í Týsklandi, Erik Jensen, sigur, at tá tíðindi frættust um, at løgreglan hevði fingið fatur í álopsmanninum, kundi fólkið í Berlin savna seg um sorgina. Eftirfylgjandi kom fram, at tann tikni ikki var álopsmaðurin, men at viðkomandi nokk enn gongur leysur.
- Huglagið í býnum broyttist sera skjótt. Knappliga vórðu nógvir løgreglumenn á gøtuni, alvápnaðir. Hetta hevur vakt eina ófrætta kenslu í fólki, sigur Erik Jensen við Politiken.
Týskarar hava verið úti í dag og víst samkenslu við teimum, ið hava mist í yvirgangsálopinum í gjár. Hóast eftirlitið á gøtuni nú er hert, er einki, sum bendir á, at fólk fara heim alíkavæl.
- Tað vísir seg, at fólk hava ein tørv á at halda saman nú og vísa, at tey eru saman í sorgini, sigur Erik Jensen við Politiken.










