Frá slakti til mat og myndir

Frítíðarskúlin í Vági hevði í okober evnisdagar í samband við slakt. Børnini vóru við at fletta seyð og at gera burturúr, so matur fekst á borðið. Har kom bæði rullupylsa, blóðpylsa og annað gott burturúr.

Umframt at matgera varð eisini gjørt burturúr ull og hornum, har myndir og hálsprýði komu burturúr. Eisini gjørdu børnini klippmyndir úr papíri av seyði og eisini gjørdu børnini seyð av gandadeiggi.

Børnini í Frítíðarskúlanum í Vági vóru sostatt við í allari tilgongdini í slaktinum og somuleiðis í matgerðini, umframt at tey gagnnýttu t.d. horn og ull. Eisini lærdu børnini heitini á ymsu limunum á seyði.

Dagaranir endaðu við framsýning av tí, ið kom burturúr.