Frískligt lot í flogbóltinum

Lerwick: Eftir at menninir av Cayman oyggjunum teir báðar seinastu leikirnir hava sýnt flogbóltsspæl, sum í øllum førum hevur verið undirhaldandi við knallhørðum smashum og einvísum álopsspæli, tykist tað nú vera Bermuda, sum stendur fyri tørni.
Júst Cayman var fyrsta mótstøðuliðið hjá Bermuda, nú teir fyri fyrstu ferð tóku lut í flogbóltinum, og hendan dystin vann Bermuda.
Tí er kanska ikki heilt óhugsandi at rokna við, at teir verða mótstøðuliðið hjá tí liðnum, sum vinnur dystin millum Føryoyar og Áland.
Tað skal tó samstundis leggjast afturat, at hóast undirhaldandi, so tykist lítið sannlíkt, at Bermuda skal skal hvørki føroysku ella álendsku menninar. Taktiskt er liðið als ikki so sterkt, og hugurin at royna nakað annað enn flottu smashini tykist liggja á einum hampuliga lítlum stað.
Men við framgongdini, sum eitt nú Cayman longu hevur sýnt, so er væl møguligt, at hesar báðar oyggjarnar í framtíðini av álvara verða tvær av teimum, sum fara at bjóða av á mannfólkasíðuni í flogbólti.