Talið á ferðafólkum í Føroyum minkar, visti Kringvarpið at siga herfyri, men útlitini til, at ferðafólkatalið aftur fer at vaksa, eru góð, staðfesti stjórin á ferðavinnudeildini hjá Uttanríkisráðnum, Súsanna Sørensen. Í 2006 vóru 47.000 ferðafólk í Føroyum, síðan er talið minkað við 12-15 prosentum, men í ár kemur helst vend í aftur, upplýsti stjórin á ferðavinnudeildini.
Bæði ferðavinnan og flogvinnan hava seinastu tvey árini merkt sviðan av heimsumfatandi fíggjarkreppuni, men tá avleiðingarnar av kreppuni einaferð hæsa av, kann støðan hjá føroysku ferðavinnuni aftur fara at verða mett sum vanlig. Og spurningurin í mong ár hevur verið, hvussu stendur til hjá Føroyum sum lokkandi ferðamáli undir vanligum umstøðum.
Í 2009 fekk Uttanríkisráðið enska serfrøðingin, Simon Anholt, at gera eina frágreiðing um umdømi og kappingarsamleika Føroya. Okkurt stríðsmálið stóðst av, at innlit ikki fekst í frágreiðingina, tá hon framvegis ikki var liðug, og av hesum tvídrátti hevði boðskapurin í frágreiðingini hug at hvørva. Men tilmælini í henni vóru bæði mong og fjølbroytt.
Millum tey ókendu
Føroyingar sjálvir hava ofta ta fatan, at Føroyar eru serligar, og at fólkið í oyggjunum er gestablítt og ber við sær grundleggjandi virðir sum vísdóm og eyðmýkt, ið eru fingin til vega úr tætta sambandinum við náttúruna. Alt hetta er sambært Simon Anholt rætt. Trupulleikin er bara, at øgiliga fá í verðini vita av hesum.
Simon Anholt, sum hevur ráðgivið mongum londum um, hvussu tey kunnu styrkja sín samleika, sigur, at vanlig fólk í flestu londum eru í mesta lagi tilvitað um 30 lond í heiminum. Teirra vitan fevnir um teirra egna land og eini 14-15 onnur lond, sum tey annaðhvørt kenna, virða ella hámeta. Ofta er talan um grannalondini og so eini 10-15 lond aftrat, sum tey hava hoyrt um í fjølmiðlunum.
Fyri flestu fólk kundu øll hini 160 londini í heiminum als ikki verið til. Kanska kenna fólk nøvnini á eini 50-60 av hesum londunum, og alt eftir, hvussu væl fólk eru útbúgvin, kunnu tey hava eina ávísa vitan um londini. Men yvirhøvur er vitanin lítil, og tá tað snýr seg um eitt so lítið land sum Føroyar, er eyðsýnt, at ógvuliga fá fólk vita nakað sum helst um oyggjarnar.
Simon Anholt staðfestir, at eitt land við fáum íbúgvum, lítlum búskapi, lítlum landaøki og við sera avmarkaðari politiskari, mentanarligari og dilpomatiskari ávirkan telist millum eitt av teimum 160 londunum, sum meginparturin av heimsins íbúgvum ikki hugsar um. Sera framsøkið er tí hjá einum so lítlum landi at vilja vinna seg fram millum tey 30 londini, ið øll kenna.
Duldarfult Shangri-la
Men hetta merkir ikki, at Føroyar als onki hava at bjóða, sigur hann. Føroyar eru tvørturímóti so sermerktar, at tær væl kunnu verða marknaðarførdar sum eitt duldarfult Shangri-la í Norðuratlantshavi, ið bara ikki er uppdagað fyrr enn nú. Umráðandi er samtundis at leggja dent á, heldur hann, at Føroyar eru partur av skandinavisku familjuni.
Skandinavia ímyndar úti í heimi hugtøk sum javnrættindi, modernitet, rættvísi, umhvørvistilvitan, álit, reinlyndi, dugnaskap, støðufesti, hámenning, gløggskygni og siðiligheit. Tá eitt land verður uppfatað sum skandinaviskt, verða hesi virðir beinleiðis knýtt at landinum. Onki er tí meira upplagt enn at knýta Føroyar at skandinavisku familjuni.
Simon Anholt skrivar: »Føroyar skulu avdúkast sum tað dulda kamarið í skandinaviska húsinum. Tað er av sonnum ein spennandi dreymur at finna útav, at viðurkenda skandinaviska húsið hevur eitt evarska lítið eyka kamar, ið rúmar Føroyum. Okkara uppgáva er at fáa fólk at droyma hendan dreymin og síðani prógva, at dreymurin kann gerast veruleiki.«
Hann leggur dent á, at tað snýr seg ikki bara um at spyrja, hvussu Føroyar kunnu gerast kendar millum onnur lond, eins og so mangan verður spurt. Tað snýr seg minst líka nógv um at spyrja, hvussu Føroyar kunnu gerast týdningarmiklar fyri onnur. Neyðugt er í tí sambandi at gera sær greitt, hvat landið hevur at bjóða, og tað er ikki so lítið, heldur Simon Anholt.
Stórsligna náttúran
Tann, sum vitjar Føroyar fyrstu ferð, verður málleysur av náttúruni, staðfestir hann. Føroyingar sjálvir eru so vanir við náttúruna, at teir viðhvørt mugu verða mintir á, hvussu stórsligin hon er, men øll vitjandi verða beinanvegin bergtikin av henni. Føroysk ferðavinna hevur tí ongan kappingarneyta á hesum øki. Náttúran er gimsteinurin í føroysku krúnuni og tann mest sølubæra vøran hjá landinum.
Hugmyndin av tí frískliga og tí feska hóskar eisini sera væl at festa á Føroyar, heldur hann. Framleiðslan í landinum er fesk, og upplivingin av at vera í landinum er frísklig. Men føroyingar eiga at lata vera við at tosa um ringt veður, minnir hann á. Heldur skulu fólk í Føroyum áhaldandi vísa øðrum á, at Føroyar hava nógv veður, og at tað nógva veðrið sanniliga kann vera ein uppliving.
Føroyingar skulu eisini hava í huga, at múgvandi ferðafólk sjáldan leita eitt onkrum ferðamáli, ið bara sær lokkandi út. Tey leita eftir onkrum, ið hevur støðu sum eitt duldardult Shangri-la. Einum stað, har tey vóna at finna hvíld inni í sær sjálvum, og sum kann fylla tey við megi og meining langt burturi frá einum gerandisdegi við strævnum arbeiði.
Higartil hevur ímyndin av andligari endurføðing verið ein mynd av heitum londum við eysturlendskari meditatión og teilendskari vøddamýking, og nógv lond hava notið ágóðan av hesi svøvnkendu dreymamynd. Men hví ikki mæla fólki til andliga endurføðing við eini frískligari og virknari feriu, ið blæsur burtur dagliga haftið betur enn ein kvalin dvali í sólini, spyr Simon Anholt.
Vísdómur sum søluvøra
Í síni frágreiðing sigur hann:
»Føroyar eiga at standa í fremstu røð at bjóða seg fram til andliga endurføðing. Aldargamli føroyski vísdómurin er vanliga skynsemið hjá bóndanum og fiskimanninum heldur enn læran hjá eysturlendskum vísmonnum. Heimspekin hjá føroyingum er hartvunnin fólkslig vitan um at liva í einum avbjóðandi umhvørvi, at brúka vit og skil ímóti harðrendu og óútrokniligu náttúruni.«
Minnast skal til, heldur hann, at tann einfalda trúgvin á búskaparligan vøkstur seinastu mongu árini hevur skapt týðiligan framburð á nógvum økjum, men so hvørt sum fólk venja seg við fruktirnar av teirra nýggja ríkidømi, tekur ein kensla av sakni og vónbroti seg upp. Var tað veruliga vert at offra so nógva lívsgóðsku fyri verðsligt ríkidømi, hugsa tey múgvandi.
Tey spyrja, hví tey ikki gjørdust lukkuligari, so hvørt sum tey gjørdust ríkari, og tey eru ótolin eftir at vita, nær alt fer at kennast øðrvísi. Við øktum ríkidømi hava tey fingið eina lættari tilveru, men duga ikki at viðurkenna hetta og spyrja tí, hvørjum tey stríðast fyri. Júst hesi fólkini kunnu lokkast til ókenda gimsteinin í Norðuratlantshavi, har fólk liva í fagrasta samljóði við náttúruna.
Simon Anholt skrivar: »Hesi seinastu árini hava nógvar kanningar víst, at tá vit stremba eftir ríkidømi og náa tað, gevur tað eitt endamál og enntá gleði, men bert til eitt vist. Tá vit fara upp um eina ávísa inntøku, javnast gleðin, livialdurin og útinningin. Strembanin, offrini og æviga tráanin eftir einum kámum og ógreiðum máli, ið altíð flytur seg longri og longri burtur, skuggar fyri gleðini um tað, vit hava rokkið.«
Andlitini úteftir
Heilt filosofiskar eygleiðingar vóru sostatt partur av frágreiðingini, sum Simon Anholt læt føroyska Uttanríkisráðnum í fjør, men ikki bara. Hann vísti eisini á, at Føroyar heilt einfalt hava ilt við at gerast kendar uttanlands, tí ongir føroyingar av álvara gera vart við seg á altjóða pallinum. Lond gera ofta tað mistak, at tey vísa fram bygningar, hagtøl og søguligar hendingar, men fjølmiðlarnir hungra sum oftast eftir andlitum, nevnir hann.
Hetta kallar hann nýmótans alment diplomati. Tað byggir á luttøku, røkkur víða og er óformligt. Umráðandi er at fáa ein áhaldandi streym av óformligum føroyskum sendifólkum at geva Føroyum andlit úteftir og læra onnur um føroyska mentan og sereyðkenni. Føroyar eiga miðvíst at framala tílík gávurík fólk, kanska enntá við at geva teimum heiðursmerkir eins og riddarakrossar, heldur hann.
»Tað er sera týdningarmikið, at vit ásanna týdningin av fyrimyndum, sum kunnu birta upp undir nýskapan og íverksetan í Føroyum og geva øðrum dugnaligum fólki dirvi at traðka fram í ljósmálan, ið annars høvdu hildið seg aftur orsakað av jantelógini. Føroysku andlitini skulu takast fram sum ímyndir um føroyska samfelagið, og tey, sum ímynda føroysku andlitini, skulu heiðrast alment fyrri teirra ískoyti til menning og framburð í føroyska samfelagnum,« skrivar Simon Anholt.
Hann heldur, at hetta krevur eina broyting í føroyska mentalitetinum, sum er merktur av lítillætni og tøgn. Eyðkenni sum hesi kunnu ikki broytast upp á stutta tíð, men mentanarliga og sosialt broytast tey, sum tíðin líður, tí altíð fara at finnast fólk, sum vilja flyta mørk og broyta gomlu sereyðkennini. Millum hesi broytingarhugaðu og framsøknu, sigur Simon Anholt, fara vit at finna framtíðar fyrimyndir og framtíðar umboðsfólkini fyri Føroyar.










