Frískar freistingar

GRILL-TEMA

Marinering

Kjøt, fiskur og flogfenaður, sum skal á grillina, egnar seg framúr væl at marinera. Tað fær betri smakk, verður moyrari og saftigari.

Tú kanst gera marinadu burutrúr víni, vínedikki, olju, sitrónsaft, Kikkoman, øl, jogurt, hvítleyki, hunangi og kryddi.

Brúka ongantíð salt í marinaduni.

Smærri kjøtstykki skulu liggja í nakrar tímar. Størri kunnu liggja í fleiri samdøgur.

Er kjøtstykkið stórt, mást tú gníggja marinaduna væl inn í. Tað ber eisini til at spræna marinaduna inn í kjøtið við einari sprøjtu.

Munur er á rættiligari marinadu, sum skal liggja í fleiri tímar, og smakkievni, sum bara liggur eina løtu.

Umráðandi er, at marinadan dekkar kjøtið heilt. Til ber at leggja alt í ein plastposa, har tú pressar luftina úr og bindur væl fyri.

Er marinadan tjúkk, mást tú skera nakrar djúpar rivur í kjøtið áðrenn marineringina.


Marinada

Her er hugskot til marinadu. Ikki er neyðugt at fylgja uppskriftini neyvt. Brúka tað, sum tú eigur inni, og smakka teg fram.

2 fet av hvíttleyki

1 kvist av timian

1 kvist av rosmarin

6 spsk. av olju

3 spsk. tomatkonsentrat

1 tsk. merian

1 tsk. timian

1 tsk. provencekrydd

1 spsk. av Kikkoman sojasós

Pressa hvíttleykin. Skola, turka og hakka frísku kryddaríini. Blanda alt saman og marinera kjøtið í nakrar tímar. Pensla eisini við marinaduni, meðan kjøtið steikir.

--

Summarslig salat við dressingi

1 pakka av rucola

1 kopp av tiðnaðum ertrum

2 perur

Evt. nøtabland


4 spsk. av góðari olivinolju

1 spsk. av dijon-sinoppi

1 spsk. av hunangi

1 spsk. av sitrónsevju

Krydda við havsalti

--

Grillaðir fiskapakkar

Balla nakað av fiski, urtum og kryddaríum í eitt petti av grillstanióli. Legg á grillina í einar 5 minuttir ella til fiskurin er stoktur. Tú kanskt til dømis leggja tosk ella laks saman við strimlum av gularrót, purru, asparges og sitrón. Krydda við fiskakryddi, timian ella rosmarin. Smakka til við salti og pipari.

--

Blámuferskur til afturvið

Fyll blámuost í miðjuna av hálvum dósaferskum – grilla eina løtu

--

Grillað squash

Sker squashina sundur upp á longs. Smyr sløttu síðina við kryddaðum oljublandi. Legg á grillina, til squashin næstan er moyr. Hav afturvið kjøti ella øðrum.

--

Epli á grillina

1. Skiva forkókað epli í ein foliubakka. Krydda við salti, pipari og rivnum muskati. Drússa við rivnum osti og oregano. Set á grillina til osturin er smeltaður.

2. Sker ein kross í eitt epli. Krydda við salti og ørðum sum tær dámar. Balla eplið í staniól, og legg tað niðurvið síðuna á grillini, so tað fær góðan hita frá kolandi heitu glóðunum. Prika í epli av og á fyri at vita um tað er bakað.

--

Grillfavorittar í summar

Marineraði spareribs

Laksakotelettir

Marineraðar høsnarungabringur

Maisaks við kryddsmøri

Jómfrúhummarar við hvítleykssmelti

--