Tað kemur fyri, at skúlaflokkar oftast frá miðnámsskúlunum - biðja um eina kunning um arbeiðið innan býráðsins gátt, og um hvussu býráðið og umstingin eru skipað. Hesa kunning veitir sum oftast Dávur Winther, mentanarleiðari, tá skúlaflokkar vitja Klaksvíkar kommunu.
Fríggjadagin í síðstu viku vóru næmingarnir, Ása Thomsen, Rebecca Joensen og Niels Pauli Danielsen, sum lesa samfelagsfrøði á Fróðskaparsetrinum, á vitjan hjá Klaksvíkar býráði, har tey vórðu kunnaði um, hvussu býráðið er skipað, og hvussu umsitingin ambætar býráðnum.
- Á vitjanini varð eisini nógv tosað um býráðsvalið, og hvønn týdning tað hevur, at býráðið hevur valt at stilla upp politiskt. Floksbýtið, kvinnulistar, umboðan fyri ymisku búøkini, staðbundnar nevndir, skúlastýrisval, at fáa fólk á listar, kommunusamanlegging, samband millum kommunu og borgarar og hópin av øðrum áhugaverdum spurningum komu upp at venda, sigur mentanarleiðarin, Dávur Winther.
Ása Thomsen, Rebecca Joensen og Niels Pauli Danielsen, sum lesa samfelagsfrøði á Fróðskaparsetrinum, høvdu nógv at spyrja um, og fingu tey eisini væl undirbygd svar frá Jógvani Skorheim, varaborgarstjóra og Óluvu Klettskarð, limi í mentanarnevndini, sum eisini vóru við til at svara mongu viðkomandi spurningunum frá teimum eldhugaðu lesandi og kanska onkur teirra millum, sum ein komandi bogarstjóri.
- Tey ungu lesandi takkaðu fyri eftir ein næstan triggjar tímar langan fund, har tey hildu, at tey høvdu fingið nógv burtur úr, sum gagnaði teirra lesnaði, sigur Dávur Winther.
Á fleiri av myndunum, sum Dávur Winther tók fyri Portalin, síggjast Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri og Óluva Klettskarð, limur í mentanarnevndini saman við næmingunum, Ásu Thomsen, Rebeccu Joensen og Niels Paula Danielsen, sum lesa samfelagsfrøði á Fróðskaparsetrinum.










