Fróðskaparsetrið vil síggja gjøgnum basaltið

Við stuðli frá oljufeløgum og Granskingarráðnum hevur Fróðskaparsetrið sett kikaran á ferðingarmynstrið hjá seismikki í basalti. Í hesum døgum seta tey seismiskar mátistøðir upp á vestaru síðu á Streymoynni, og um fáar dagar verður Magnus Heinason gjørdur um til seismikkskip.

Útsýnið yvir á Koltur og Hestoynna er vakurt hendan dagin, har tey standa millum Gomlurætt og Velbastað við sínum jarðfrøðiligu mátitólum. Við síðuna av teimum er eitt hol grivið í jørðina, har mátitól er sett niðurí, sum skal máta seismiskar bylgjur. Eitt annað hol er grivið við síðuna av aftur til ein akkumulator, sum skal veita streym til seismiska mátitólið. Sum rosinan í pylsuendanum stendur ein steyri við antennu, sum mátar GPS frá fylgisveinum.

- Hetta er ein seismisk mátistøð, eitt sokallað fleirkomponenta seismometur, ið skal máta seismikkin, sum verður skotin frá Magnusi Heinason um fáar dagar, greiðir Hilmar Simonsen okkum frá.

Hann er útbúgvin jarðfrøðingur og er nú Ph.D.-lesandi á Fróðskaparsetrinum, og verkætlanin hann arbeiðir við snýr seg millum annað um at finna betri seismiskar mátihættir í økjum við nógvum basalti.

Um fáar dagar verður fiskirannsóknarskipið Magnus Heinason gjørt um til seismikkskip, og tá skulu 20 tílíkar mátistøðir standa klárar á vestaru síðu á Streymoynni og Vágoynni. Tá Magnus Heinason hevur fingið neyðugu útgerðina setta umborð verður kósin sett gjøgnum Vestmannasund, Skopunarfjørð, Tangafjørð og møguliga eisini til Suðuroyar.

 

Meiri vitan til vitan

Verkætlanin kallast ”GlyVeST” og er stytting fyri ”Glyvursnes-Vestmanna-Seismic-Tie”. Boringar eru áður gjørdar í Vestmanna og á Glyvursnesi, og hendan verkætlanin snýr seg um at sambinda hesar báðar boringarnar við seismikki.

- Fyri at siga tað stutt, so vilja vit fáa meiri vitan um, hvussu seismiskar bylgjur uppføra seg í basaltfláum. Fleiri verkætlanir hava frammanundan sett kikaran á sama evni, og hendan hjá okkum byggir víðari á eina av teimum.

- Við gransking fært tú meiri vitan, men óansæð hvussu nógv tú granskar, so fært tú ikki svarað øllum spurningum, men tú fært meiri vitan til vitan, sigur Hilmar Simonsen.

Hann er einasti føroyingur sum so, ið er beinleiðis knýttur at vísindaliga partinum av hesi verkætlanini. Men á Fróðskaparsetrinum eru eisini tveir útlendingar sum báðir búgva í Føroyum, sum arbeiða við somu verkætlan. Harafturat eru fólk frá universitetinum í Cambridge og frá GEUS í Keypmannahavn knýtt at verkætlanini.

 

Miðfláir tynnast suðureftir

Kanadiumaðurin Jim Brown flutti til Føroya fyri tveimum árum síðani, tá hann fekk starv á Fróðskaparsetrinum. Hann kom tá úr Noregi, har hann hevði starvast í nøkur ár frammanundan. Hann er professari í jarðalisfrøði og er tann, sum hevur fingið hetta hugskotið at sambinda Glyvursnes boringina við Vestmanna boringina.

Ein av orsøkunum til hugskotið var, at boringarnar í Vestmanna og Glyvursnesi hava givið ábendingar um, at munur er á tjúkdini á miðfláunum í Vestmanna og á Glyvurnesi, so at tær í Vestmanna eru uml. 1400 metrar til tjúkdar, meðan tær á Glyvursnesi eru uml. 1050 metrar til tjúkdar. Tað eru millum annað hesin tjúkdarmunurin á 350 metrar, sum seismikkurin antin skal vátta ella avsanna.

 

Oljufeløg og Granskingarráðið stuðla

Men høvuðsmálsetningurin við hesi verkætlanini er at fáa meiri vitan til vega um, hvussu seismikkur spjaðir seg í einum basaltháslætta, sum Føroyar eru partur av. Føroyar eru sum kunnugt bygdar upp av nógvum basaltfláum, og millum fláirnar eru ofta løg av royðugróti og ymsum legugrýti, og tað eru hesi skiftandi løgini sum gera tað torført at spáa um, hvussu seismisku bylgjurnar spjaða seg.

- Við at máta seismisku signalini bæði á landi og sjógvi, so hava vit eitt betri grundarlag at arbeiða út frá, enn um seismikkurin bert varð máldur aðrastaðni, sigur Hilmar Simonsen.

Saman við hinum lutakarunum í GlyVeST vónar hann, at verkætlanin fer at gera sítt til, at lættari verður at síggja ígjøgnum basaltið í framtíðini. Við at økja um hendan kunnleikan, so fáa sponsorarnir av verkætlanini, sum eru oljufeløgini, eisini betur amboð til at leita eftir olju og gassi við Føroyar.

Umframt oljufeløg so stuðlar Granskingarráðið eisini hesi verkætlanini.

 

 

Stutt um seismikk

Seismiskar mátingar er nýtsla av ljóðbylgjum, ið antin verða sendar av menniskjum gjøgnum jørðina ella framkallaðar av jørðini sjálvari við jarðskjálvtum. Ferðin á ljóðbylgjunum er tengd at tilfarinum, sum bylgjurnar ferðast ígjøgnum. Til dømis er tað kent, at ljóðbylgjur ferðast við 330 metrum um sekundið gjøgnum luft og umleið 1500 metrum um sekundið gjøgnum vatn. Somu bylgjur ferðast við umleið 5000 metrum um sekundið gjøgnum granitt. Tá seismiskar bylgjur verða sendar gjøgnum jørðina verða tær reflekteraðar, har sum tilfarið í jørðini broytist. Hesar reflektiónir eru grundarlagið undir teimum tulkingum av undirgrundini, sum jarðfrøðingurin ger. Seismikkur verður bæði brúktur í olju- og námsídnaðinum og í vísindaligum høpi.