MFS skipar í kvøld kl. 19.30 fyri tiltaki í Miðlahúsinum, sum skal kasta ljós á vánaligu umstøðurnar hjá Fróðskaparsetri Føroya Meginfelag Føroyskra Studenta (MFS) vil við tiltakinum í Miðlahúsinum í kvøld seta hol á eitt orðaskifti um støðuna hjá Fróðskaparsetri Føroya. Í tíðindaskrivi boðar MFS frá, at tiltakið í høvuðsheitum fer at snúgva seg um vánaligu hølisviðurskiftini hjá næmingunum á Setrinum.
Á skránni eru fýra framløgur. Rúni Rasmussen, stjórnmálafrøðingur, fer at tosa um týdningin av einum universiteti fyri eitt samfelag sum tað føroyska. Rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, Jóan Pauli Joensen, fer at tosa um umstøðurnar hjá Setrinum og um ymsar menningarætlanir viðvíkjandi lestrarumhvørvi og hølisviðurskiftum, og tær báðar Durita Jóansdóttir og Rúna Jakobsen fara at tosa um lestrarroyndir uttanfyri landoddarnar. Tiltakið byrjar kl. 19.30.










