ÚTBÚGVING
Tíðindaskriv
Verkfrøðingaútbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum eru liður í miðvísu menningarætlanini hjá Fróðskaparsetrinum at menna og betra føroyskan førleika. Við verkfrøðingaútbúgvingini frá Fróðskaparsetrinum hava studentarnir ognað sær góða fakliga barlast at taka við avbjóðingum í m.a. føroyskari vinnu tey komandi árini.
Oljuverkfrøði
Útbúgvingin í oljuverkfrøði er eitt beinleiðis úrslit av at Føroyar stigu um gáttina til oljuvinnuna. Almenn tilmæli um útbúgvingar finnast m.a. í álitunum »Frágreiðing til landsstýrismannin í skúlamálum frá útbúgvingarnevndini innan oljuvinnu« frá januar 1996 og til »Fyrireikingar til oljuleiting, Frágreiðing frá Oljuráðleggingarnevnd landsstýrisins« frá juli 1997. Í ár er aðru ferð, at Fróðskaparsetrið handar kolvetnisverkfrøðingum prógv. Útbúgvingin fevnir m.a. um jarðfrøði, boritøkni, brunntøkni, seismikk, veskumekanikk og kolvetnisalisfrøði.
Elektroverkfrøði
Útbúgvingin til elektroverkfrøðing hevur verið í gongd síðan fyrst í 1990-unum, og hon fevnir m.a. um framleiðslu og tænastuvirksemi í samfelagnum og í vinnulívinum. Dentur verður lagdur á evni sum viðvíkja bæði traditionellum og aktuellum evnum. T.d. kunnu nevnast datasavning og dataviðgerð, signalviðgerð, stýritøkni og fjarskifti. Hetta eru týðandi tættir í eitt nú el-orkuskipanum, skipanum í fiski- og alivinnu og í kolvetnis- og KT-vinnu.
Nýggju verkfrøðingarnir
Nýggju oljuverkfrøðingarnir eru Heðin Abrahamsen og Halgir Arge, sum hava skrivað BS-ritgerð í felag um alisfrøðiligar parametrar í føroyskum basalti við støði í kjarnuboringini frá Vestmanna í 1980. Teir hava m.a. kannað porøsitet, permeabilitet og leidningsevni í føroyska basaltinum. Teir hava gjørt verkætlanina í samstarvi við GEUS í Danmark, har teir fingu vegleiðing og atgongd til starvsstovu at gera mátingarnar.
Nýggi elektroverkfrøðingurin er Viggo Johansen. Í BS-ritgerðini hevur hann kannað støði fyri at uppbyggja eina nýggja fartelefonskipan í Føroyum. Talan er um triðja generatións breiðbands fartelefonskipan, ið nevnist UMTS. Hann hevur serstakliga kanna útbreiðsluviðurskiftini í innan- og uttandura umhvørvi, og samanborið við GSM skipanina. Breiðbandsskipanir sum UMTS eru av serligum týdningi fyri at menna fjarskiftisskipanir við atliti at kunningartøkni í vinnulívinum og í samfelagnum annars.