Fróðskaparsetrið hølistrupulleikar


 

Malan Marnersdóttir

rektari

Eins og Heilsufrøðilga Starvsstovan er Fróðskaparsetrið illa spert, tá talan er um hóskandi høli til virksemið hjá stovninum.

Fróðskaparsetrið hevur í langa tíð arbeitt við at fáa bøtt um hølisumstøðurnar serliga til undirvísingina. Hóast okkurt er hent seinasta árið, eru umstøðurnar enn langt frá nøktandi.

Grundgevingin fyri at flyta restina av Starvsstovuni av Debesartrøð, er í fyrsta lagi at savna virksemið hjá Starvsstovuni aftur, og í øðrum lagi at leggja hana saman við stovnar við líknandi virksemi.

Hesar grundgevingar skilja vit væl og taka undir við teimum.

Spurningurin hvørt tað er rætt at flyta Starvsstovuna til Kollafjarðar, fer setrið ikki at leggja seg útí.

Fróðskaparsetrið hevur í sínum samskifti við Landsstýrið um hølisviðurskifti lagt stóran dent á týdningin av at savna virksemið hjá stovninum á einum stað. Hetta er til frama fyri allar partar, bæði studentar, vísindastarvsfólk, onnur starvsfólk og myndugleikar.

Eitt veruligt studentaumhvørvi fæst ikki á Fróðskaparsetrinum fyrr enn hóskandi felags øki av ymsum slag eru tøk: kantina, arbeiðsrúm, bókasavn. Fíggjarliga eru stórir fyrimunir í at savna tær tríggjar deildirnar á einum stað. Tess fleiri hús stovnurin er spjaddur í, tess størri eru rakstarútreiðslurnar.

Høvuðsuppgávan hjá Setrinum er granska og at bjóða útbúgvingar fram á universitetsstigi. Umframt universitetslærarar krevur hetta fysiskar karmar, sum geva studentunum arbeiðsnáðir og umstøður í lestrinum. Hetta er tíverri ikki so í dag, Hølisumstøðurnar hjá studentunum á Setrinum eru langt frá nøktandi. Tørvur er á fyrilestrarsali, fleiri undirvísingarstovum, felags bókasavni og lesi- og telduarbeiðsplássum, bólkarúmum, kantinu og felagsøkjum.

Náttúruvísindadeildin hevur so dánt rúm fyri sínum studentum í heyst, hetta tí ein nýggj teldustova verður tikin í brúk fyrsta dagin.

Støðan á Føroyamálsdeildini og Søgu- og sam-felagsdeildini er nógv verri. Arbeiðseftirlitið var í juni og metti um bæði hølini, sum verða nýtt til undirvísing á Føroyamálsdeildini. Niðurstøðan var, at stovan, sum hevur verið brúkt til at undirvísa 25 studentum í bert er egnað til 10 studentar, treytað av at ávísar ábøtur verða gjørdar.

Hitt hølið eigur als ikki at verða brúkt til undirvísing. Søgu- og samfelagsdeildin hevur ongi hølir sjálv, men lænir á øðrum ári eina stovu frá Sjómansskúlanum. Vit eru sjálvandi fegin um at sleppa at læna hølir frá grannunum. Men tað er ótrygt ikki at vita, nær vit fáa neyðugu hølini at ráða yvir til okkara studentar.

Umsóknir um eykajáttan til keyp ella uppíbygging eru avvístar, seinast fyri góðari viku síðani. Hetta hóast løgmaður í røðuni á ólavssøku boðaði frá, at hølisviðurskiftini hjá setrinum skulu bøtast beinanvegin.

Vit hava eitt sera gott samstarv við Heilsufrøðiligu starvsstovuna, og tí harmar tað okkum sjálvandi, um tey vegna plásstrot noyðast at flyta av Debesartrøð. Hinvegin hevði tað loyst ein stóran trupulleika hjá Fróðskaparsetrinum, um vit fingu starvsstovuhúsið aftur til undirvísing.

Fyri at kunna bjóða verandi og komandi studentum og starvsfólkum virðiligar arbeiðsumstøður, heita vit á myndugleikarnar um at gera okkurt munagott fyri at loysa hølistrupulleikarnar hjá stovnunum.

Verður Starvsstovan ikki flutt, mugu pengar sum skjótast setast av til at keypa, byggja út ella leiga onnur hølir til undirvísing hjá Fróðskaparsetrinum.