Menasfrágreiðingin
Tað eru nú skjótt tvey ár síðani, at stig varð tikið at kanna samfelagsligu árinini av eini oljuvinnu. Tað var BP, ið tók hetta stig. Til at gera arbeiðið fekk BP ta bretsku fyritøkuna MENAS. Síðani hevur eisini Fróðskaparsetrið verið knýtt at hesi verkætlan. Frágreiðingin frá Menas, er enn ikki almannakunngjørd í heilum líki. Ein partur varð lagdur fram á Oljuráðstevnuni í fjør. Tá varð kunngjørt, at frágreiðingin varð gjørd í samstarvi við Fróðskaparseturið. Síðani tá hevur projektleiðarin fyri føroyska partin av innihaldinum, Suni á Dalbø, funnist harðliga at bæði innihaldi og mannagongd í sambandi við frágreiðingina. M.a. hetta fekk herfyri tingmannin Finn Helmsdal at spyrja landsstýrismannin, Óla Holm, um tað er satt, at sáttmáli um vísindaliga arbeiðið í Menas málinum varð undirskrivað av oljufelag og útlendskari ráðgevandi fyritøku, uttan at Fróðskaparsetrið var vitandi um tað? Hann spyr eisini, hvør hevur skrivað ritverkið, og hann spyr, um tað er rætt, at hetta ritverk - ella partar av tí - er á so lágum vísindaligum støði, at tað ikki er borðbart?
Fyrispurningarnir skulu svarast í næstum. Tað ljóðar, at Menas-frágreiðingin verður almannakunngjørd heilt skjótt. Hon er umsett til føroyskt.
Spell
Fyri at fáa loyst upp fyri málinum og fáa greiðu á ymsu ivaspurningunum, ið hava tikið seg upp hava vit vent okkum til Jógvan Mørkøre, sum í dag starvast á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Til 1. juli í fjør var hann leiðari á deildini og hevur hann tí fyri ein part kunnað fylgt málinum.
Jógvan Mørkøre heldur tað vera stórt spell, at ósemjur, stríð og møguligar misskiljingar skulu hava tikið seg upp í hesum annars álvarsama og týðandi málinum, sum snýr seg um at gera okkara samfelag betri ført fyri at taka ímóti eini komandi oljuavbjóðing.
Fyri at slóða fyri, at málið ikki endar í einum endaleysum eljustríði, ið kann skaða alt granskingarumhvørvið í Føroyum langt út í framtíðina, heldur hann tað vera rætt at greiða frá, hvat er hent í málinum.
Jógvan Mørkøre ger greitt, at Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetrinum hevur onga ábyrgd av tí frágreiðing, ið skjótt verður kunngjørd. Hon er ein avtala millum BP og Menas. Fróðskaparsetrið er at meta sum ein ?subcontractor?, undirveitari, og tí var tað skeivt av Menas, ið hevði ábyrgdina av frágreiðingini, tá tað á Oljuráðstevnuni í fjør segði, at Frágreiðingin er gjørd í samstarvi við Fróðskaparsetrið. Veruleikin er, at Menasfrágreiðingin er eitt úrslit av einum sáttmála millum BP og Menas, og tað er Menas, sum hevur gjørt eina frágreiðing sambart tí sáttmálanum.
Uppá fyrispurning hví tað hevur so stóran týdning fyri Setrið ikki at verða mett sum sáttmálapartur í hesi frágreiðingini sigur Jógvan Mørkøre, at tað er einfalt tí, at Setrið ikki er sáttmálapartur, men hevur gjørt nakrar ávísar uppgávur fyri Menas.
Jógvan Mørkøre heldur tað er spell, at man ikki hevur spælt út í góðari tíð og sagt tingini, sum tey eru sum t.d. tá Menas fer bæði á fund við Oljumálastýrið og á ráðstevnu í Norðurlandahúsinum og leggur fram úrslit frá eini frágreiðing - sum um at Setrið og harvið Søgu- og samfelagsdeildin eigur ein part av tí og við beinleiðis tilvísing til eina røð av føroyingum, sum hvørki hava skrivað nakað í frágreiðingini, ongantíð hava sæð útkastið til frágreiðingina, hava ikki havt møguleika til at gera viðmerkingar og hava ikki so frægt sum fingið at vita, at tað verður lagt fram í Norðurlandahúsinum ? uppaftur minni spurdir eftir, hvat skal leggjast fram.
Jógvan Mørkøre heldur tað er umráðandi at fáa eitt orðaskifti um hesar spurningarnar, tí bert við størri opinleika kunnu vit beina fyri stríði og ósemjum. Er nakað skeivt og óheppið farið fram, so ber eisini til at læra av tí. Hann vísir í hesum sambandi til støðuna, ið tók seg upp, tá fyrstu oljufeløgini komu hendavegin. Tá skuldu frágreiðingar og kanningar gerast innan náttúruvísindaligu fakini. Og har sóu vit júst tað sama, sum nú hendir: at tað verður latið upp til útlendsk feløg, sum standa oljufeløgunum nær, at gera slíkar kanningar. Og úrslitið var eisini hareftir. Hesar fyrstu frágreiðingarnar vóru ikki nóg góðar, tí man troytti ikki føroyska fakkunnleikan í nóg stóran mun. Har varð eisini byrjað við ráðgevingarfeløgum. Tað var ein trupulleiki í byrjanini, til man fekk hetta skipað á ein rættan hátt innan fyri GEM, og har føroyskir stovnar meira vóru tiknir við í arbeiðið.
Gongdin
Hvat er so søgan aftan fyri handfaring og mannagongdini í sambandi við Menasfrágreiðingina? Jógvan Mørkøre vísir á, oljufelagið BP setir seg í samband við rektaran og sigur, at tað kundi hugsað sær at brúkt pening uppá m.a. samfelagsvísindaliga gransking í sambandi við oljuavleiðingar. Rektarin setir seg í samband við Søgu- og samfelagsdeildina og spyr, um hon hevur okkurt uppskot til projekt. Hetta er tíðliga á vári í 2000. Tá hevði deildin ein persón, sum arbeiddi við projektum eitt nú fyri fakfeløg, ALS osfr. Tað var Sune á Dalbø. Deildin ger eftir áheitanini og ger uppskot til projekt. Tað fer til rektaran, sum koyrir tað víðari til BP. Síðani ganga nakrir mánaðir. Tá fæst at vita, at BP er sinnað at koma á fund at umrøða hetta nærri. Fundur er á Føroyamálsdeildini, har Jógvan Mørkøre og Sune á Dalbø umrøða verkætlanina við rektaran og umboð fyri BP. Tað løgna er, at har eru eisini fleiri umboð fyri Menas, sum Jógvan Mørkøre sigur seg ongantíð hava hoyrt um fyrr. Á fundinum fáa teir at vita, at BP ynskir heldur at umrøða hetta projektuppskotið í einum størri høpi, ið Menas so skal gera saman við Setrinum.
Hetta arbeiðið skal byrja 1. september treytað av, at BP fær leitiloyvi. Tað skal vera liðugt um árskiftið. Menas skuldi koma við 5 granskarum, deils fólk frá Menas og fólk frá lærdum háskúlum. Teir hava longu tá uppskot til, hvat verkætlanin skal snúgva seg um og hvørji fólkini eru. Hetta er tí nakað, sum longu hevur koyrt millum Menas og BP. Tey á Setrinum høvdu einki fingið at vita um hesa verkætlan fyri fundin sigur Jógvan Mørkøre.
Tørvandi kunning
-Er nakað skeivt í, at BP vil brúka eitt felag, ið tað kennir og hevur álit á og sum hevur royndir á økinum?
-Í hesi tilgongdini er løgið, at man ikki kunnar um hetta áðrenn, og tá tað vísir seg, at talan er um eitt heilt annað projekt enn tað, ið man upprunaliga fór út við.
Jógvan Mørkøre heldur tað kortini ikki vera nakað skeivt í tí at brúka fólk aðrastaðni frá eisini, tí skal man hava vísindaliga gransking í Føroyum og menna førleika, verður tað ikki gjørt uttan við hjálp frá øðrum. Men spurningurin er, um tað er BP, ið skal avgera, hvør skal arbeiða saman við Setrinum, ella um tað skal vera Setrið sjálvt, sum stingur út í kortið!
-Vil tú harvið siga, at mannagongdin hjá BP hevur verið skeiv frá byrjan?
-Eg haldi, at intentiónin frá BP at fara undir hesa kanningina var mikið reell. Men kanska hevur BP her blandað tvey ting saman. Teir hava samband við eitt felag, ið eitur Menas og sum ger uppgávur fyri teir, tá teir fara inn í nýggj øki at arbeiða. Spurningurin er tá, hvønn man skrivar og arbeiðir fyri! Er tað fyri føroyska almenningin ella er tað fyri BP og teirra áhugamál? Er tað eitt prospekt ella er tað gransking vit tosa um? Hetta hevur ikki ongan týdning fyri víðari gongdina, sigur Jógvan Mørkøre, sum tó onga orsøk hevur til at halda, at BP hevði annað enn góðan vilja í hesum málinum. -Tað merkti eg longu frá byrjan. Men her eru sum sagt komin nøkur ting í bland, ið eru orsøkin til nakrar trupulleikar, sum tó ikki eiga at forða fyri, at granskingaruppgávur í framtíðini kunnu gerast betri. Hetta er ein granskingaruppgáva, ið er neyðug fyri hetta samfelag ? og so kann ein sjálvandi spyrja, hví BP skal taka stig til slíka! Tað átti nevniliga at verið føroyingar sjálvir, sum tóku stig til hana. Tí havi eg onga orsøk til at harta BP fyri at gera tað, sum vit ikki gera sjálvir.
Og vit venda aftur til fundin millum BP, Menas og Setrið og geva Jógvani orðið: -Har sita vit so yvirav hvørjum øðrum. Teir eru klárir við einum næstan skræddaraklárum projekti, og vit verða spurdir, um Setrið kann stilla við 5 granskarum. Svarið er einfalt. Tað kunnu vit ikki. Teir eru ikki tøkir. Eg sigi fyri mín part, at eg kann ikki gera meg leysan til tað. Men har var so Suni á Dalbø, ið hevði arbeitt við projektum, og heitt verður á hann um at vera projektleiðari á føroysku síðuni, og at átaka sær at skipa eitt slag av teami.
Eg legði dent á, at hetta var ikki mín koppur av te. Men man kundi síggja tað sum eitt pilotprojekt, har man kundi vera við til at kortleggja, hvat er gjørt og ikki, og út frá tí kundu vit so royna at koma inn á nakrar PHD verkætlanir.
Setrið skuldi gera uppskot til sáttmála
Jógvan Mørkøre sigur annars, at teir høvdu onga orsøk til út frá tí fundinum at meta, at BP ella Menas vildu misbrúka og villeiða teir. Avtalað varð at fara undir hetta frá 1. september. Teir fingu eisini at vita, at sáttmáli skuldi gerast. Luttakararnir fáa at vita, at sáttmálar eru komnir í ein fastan karm á Setrinum og liggja teir hjá seturskrivaranum. Hetta byggir á royndirnar við onnur oljufeløg, soleiðis at løgfrøðiligi og fíggjarligi parturin liggur hjá seturskrivaranum, meðan tann fakliga ábyrgdin liggur hjá deildini. Hetta fingu øll at vita á fundinum. Tað verður so eisini avgjørt og stendur tað sum ein fundarniðurstøða, at seturskrivarin ger uppskot til sáttmála. Hetta fer síðani í fleiri umførum til Menas, tí alt samskifti skuldi ganga gjøgnum John Christensen, stjóra í Menas. Tað er so fyrst tá projektið hevur koyrt í einar tveir mánaðir, at Jógvan Mørkøre munnliga fær at vita frá John Christensen, at BP hevði skrivað undir sáttmála við Menas í byrjan av september. Tað løgna er, at hvørki BP ella Menas hava kunnað Setrið um, at teir hava undirskrivað sáttmálan í byrjan av september, hóast avtalað varð at gerast skuldi ein felags trýpartasáttmáli. Tað stendur eisini í øllum uppskotum, sum fara frá seturskrivaranum til Menas.
-Eg skilji ikki hetta myrkaspælið hjá Menas og fyri so vítt BP eisini, tá teir undirskriva sáttmála, eftir at tað á einum innleiðandi fundi hevur verið gjørt greitt frá Setursins síðu, at tað skal vera ein trýpartasáttmáli, og at Seturið skal koma við uppskotinum.
Jógvan Mørkøre vísir á, at Seturið tí ongar sáttmálaskyldur hevur sum so, tá man er at meta sum ?subcontractor?, annað enn at umsita tey 40.000 pundini, sum vóru eitt slag av fíggjarætlan, tá skjøtil varð settur á.
-Eg havi tí fyri einum ári síðani sagt við Menas, at teir skulu ikki brúka navnið hjá Setrinum í frágreiðingini. Hetta havi eg eisini gjørt vart við í viðmerkingum mínum til ta frágreiðing eg havi sæð. Tað skal tí ikki standa ?in asossiation? við Fróðskaparsetrið, sum tá avtornar kanska er minni involverað enn lærdir háskúlar í Bretlandi, ið hava latið granskarar til uppgávuna.
Eg gjørdi eisini vart við mína misnøgd við, at hetta kom at standa í tí frágreiðing, sum varð løgd fram á oljuráðstevnuni. Tað er púra óhoyrt, at man ger slíkt. Vit eru undirleverandørar, sum hava latið data ol. og einki annað.
Sáttmálin, sum var í uppskoti og sum kom frá Setrinum, segði m.a., at fakliga ábyrgdin skuldi liggja hjá Søgu- og samfelagsdeildini. Hevði tað verið gjørt, hevði man eisini farið inn og og hugt at, hvussu man skuldi tryggja, at hetta varð væl frágingið. Sum t.d. vit hava gjørt við aðrar frágreiðingar eitt nú saman við Saga, har man hevði ein stýringsbólk. Tað var m.a. kanning í sambandi við seismikk og fiskivinnu.
Tað hevur so ikki verið gjørt í hesum førinum. Her hevur eingin sitið frá Fróðskaparsetrinum, ið hevur havt eitt avgerandi orð um, hvat kemur við og hvat ikki. Tann avgerðin hevur aleina ligið hjá Menas. Tað rætta hevði verið, kemur eitt oljufelag til Setrið, at tosað um, hvat Setrið kann, og hvat fólk er brúk fyri uttanífrá.
Tá vit fara á fund er tað fyri at umrøða tað uppskotið til projekt, ið vit eru bidnir um at gera. Tá vit koma á fundin sita teir við einum øðrum projekti, sum teir hava biðið eitt ráðgevarafelag gera. Vit fara av fundinum við tí í fatan, at hetta er eitt felags projekt hjá Menas og Fróðskaparsetrinum, har vit skulu gera sáttmála, ein sáttmáli, ið ongantíð er gjørdur, og vit fáa so at vita, tá tað er farið í gongd, at vit eru at meta sum ein undirveitari í mun til Menas. So siga vit, at vit hava ongan sáttmála við BP, og í tann mun vit arbeiða fyri Menas, verður tað gjørt á tann hátt at goldið verður fyri arbeiddar tímar til peningurin, tey 40 túsund pundini, eru uppi. Tá Setrið ikki er sáttmálapartur og pliktað við einum sáttmála, ið greitt leggur ein part av tí fakligu ábyrgdini og stýringini av projektinum til Setrið, so eiga vit heldur ikki ábyrgdina.
Jógvan Mørkøre viðgongur, at Setrið hevur ikki sagt nóg væl frá, tá Menas fer út og umrøður hetta sum eitt felags projekt. Tá Setrið ikki hevur felags sáttmála við BP er tað ikki eitt felags projekt, so einfalt er tað. Men tað hevur ongantíð verið ætlanin at fara út í eitt stríð, tí endamálið er gott. Men tá tað ikki verður lurtað eftir okkum, so mugu vit tala at. Tað hava verið stórar vónir til hesa verkætlan. Fleiri hava sæð møguleikar at granska meira. Tí er tað syrgiligt, at tað skuldi ganga so.