Fróðskaparsetur Føroya vísir í snøggum faldara á tær útbúgvingar, sum standa í boði í ár.
Føroyamálsdeildin bjóðar í september exam. art. og cand. phil. í føroyskum. Freistin at søkja er 30. juni 2000.
Náttúruvísundadeildin hevur á skránni støðisútbúgving í stødd-/alisfrøði. BS í kolvetnisverkfrøði og BS í ravmagnsverkfrøði. Freistin at søkja er 30. juni 2000.
Søgu- og samfelagsdeildin. Várið 2000 er møguleiki at lesa cand.phil. í søgu- og siðsøgu. Framhaldslestur eftir BA í søgu- og siðsøgu. Freistin at søkja er í januar 2000.
Í september byrja ársnám í samfelagsfrøði og ársnám í búskapi, handli og máli og søkjast skal áðrenn 30. juni 2000.
Felags upptøkukrøv eru miðnámsútbúgving ella líknandi










