Hósdagin hevur Fróðskaparsetur Føroya útsøludag frá klokkan 9 til 17.
Nógv varð selt, seinast tey høvdu útsøludag, men framvegis er nakað eftir av bókum Fróðskaparfelagsins.
Tí hava tey ein útsøludag aftrat nú, og hann verður á Bókamiðsøluni á Hjalla.
Prísurin á bókunum er 10 krónur fyri bókina, 15 bøkur fyri 100 krónur og 30 bøkur fyri 200 krónur.