Frískúlin verður á Velbastað

Hóskvøldið samtykti býráðið í Havn at selja gamla barnagarðin á Velbastað til frískúlan í Havn.

Tær báðar, Sharon Weiss og Eyðbjørg Dalsgaard hava verið til reiðar at fara undir frískúlavirksemi í nakrar mánaðir, men hava bíðað eftir at fáa grønt ljós frá kommununi.

Gamli barnagarðurin á Velbastað hevur staðið á almenna sølulistanum í eitt tíðarskeið, og frískúlin átti hægsta boðið uppá 1.8 milliónir krónur.

Sostatt byrja eini 20 børn í 1. og 2. flokk í frískúlanum eftir summarsteðgin. Bíðilisti er til frískúlan nógv ár fram.