Frískúlin í Tórshavn

Í august 2007 byrjaði Frískúlin í Tórshavn. Tvær læraraeldsálir saman við nøkrum foreldrum tóku stig til skúlan, og byrjaði hann í gamla barnagarðinum á Velbastað, sum tey keyptu til endamálið. Frískúlin gjørdist beinanvegin sera vælumtóktur av foreldrum, at hann longu nú er fullteknaður fleiri ár fram

Trupulleikin er bara, at núverandi hølir eru um at gerast ov trong, og hevur friskúlin søkt Tórshavnar Kommunu um økið til keyps, so farast kann undir at byggja nýggjan skúla.

 

Umsøknin bleiv send fyri tveimum árum síðani, men enn hava tey ikki fingið nakað formelt svar. Tað líkist ongum, at fólk ikki fáa svar frá kommununi. Men kann tað hugsast, at verandi meiriluti hevur ein illvilja móti frískúlum? Vónandi er ikki so, men vil eg nýta høvi til til at siga, at Fólkaflokkurin einki hevur ímóti vælskipaðum frískúlum, heldur tvørturímóti.

 

Fólkaflokkurin hevur sum aðalmál, at reka ein politikk, har skaptir verða karmar, har frælsið hjá tí einstaka ikki verður darvað, men fær íblástur og rásarúm.

 

Fólkaflokkurin vil bjóða frískúlanum hjartaliga vælkomnum, og vil fegin útvega øki, har nýggur skúli kann verða bygdur.