Tá eg byrjaði í studentaskúlanum í Hoydølum fyrst í 70´unum, var eitt tað
fyrsta, eg upplivdi, at ein av lærarunum spurdi okkum ein og ein, hvat
foreldrini hjá okkum gjørdu? Lærarin vildi staðfesta sína teori, um at børn
hjá bøndrum blivu lærarar, og børn hjá lærarum blivu akademikarar. Í okkara
flokki, sum taldi nøkur og tjúgu ung fólk úr øllum landinum, kundu tey
foreldrini teljast á einari hond, sum onga útbúgving høvdu.
Eg minnist, hvussu foy eg gjørdist, tá ið eg mátti viðganga, at pápi mín
”bara” var vanligur fiskimaður (orsaka pabba, eg veit at tú vart ein óførur
trolmaður). So her vóru tað yvirhøvur børnini hjá betra slagnum í Føroyum,
sum vóru komin saman at halda skúla.
Í dag er vent í holuni í studentaskúlanum. Nú er tað veruliga ein skúli fyri
øll! Eg eri tí so ógvuliga ørkymlað, ill og kedd um, at vit nú eru í ferð
við aftur at seta skilnað í millum fólk her á landi. Her hugsi eg um, at tað
er vorðið so heilt fantastiskt at ganga í frískúla. Dimmalætting gevur enntá
mentunnarprís fyri nýskapandi skúlavirksemi til frískúlan á Velbastað. Eitt
mentunnarbragd kalla tey tað.
Lat meg beinanvegin gera greitt, at hetta eg skrivi, als ikki er vent í
móti lærarunum í frískúlanum á Velbastað, sum uttan iva gera eitt sera gott
arbeiði. Og tað kunnu tey í veruleikanum eisini: Tríggir lærarar við 15
børnum, teir sjálvir hava valt út. Hetta eru børn hjá foreldrum, sum hava
ráð og vilja gjalda fyri at lata børn síni fara í skúla. Uttan iva eru hetta
foreldur við hægri útbúgvingum ella í góðum størvum, og mínar royndir sum
lærari í 25 ár siga mær, at slík foreldur eru sera engagerað í skúlanum hjá
barni teirra. Tað vil siga, at her uttan iva er talan um børn, sum eru væl
svøvnt, eru væl ílatin og hava góðar matpakkar við.
Tað má vera ein dreymur at undirvísa slíkum børnum i einum slíkum skúla!
Eg trúgvi tó ikki, at frískúlin á Velbastað gevur so nógv
øðrvísi undirvísing enn hin skúlin á Velbastað, sum hýsir øllum børnum.
Vit eru farin undir at skilja børn sundur, alt eftir hvussu nógv foreldrini
forvinna, og tá haldi eg, at okkara samfelag missir sera nógv. Tað, sum
eyðkennir okkara samfelag, er, at vit kennast øll, og tí hava vit ikki
longur undirbrotliga virðing fyri teimum, sum eru betur fyri fíggjarliga.
Vit hava kanska gingið í sama flokki sum løgmaður, vit hava, ið hvussu so er
møguleika fyri tí, men um vit skulu satsa upp á frískúlar, so endar tað
við, at alt samfelagið verður nógv meiri stættarbýtt, enn tað er nú. Um
hetta heldur fram, og bløðini og kringvarpið framvegis dyrka hesa
sundurskiljingina av børnum, so endar fólkaskúlin við at vera ein skúli fyri
tey veikastu í samfelagnum.
Ein starvsfelagi mín tók til herfyri, at í dag búgva tey penu og klóku í Havn. Soleiðis
kann eisini vandi verða fyri skúlunum framyvir. Frískúlar til tey klóku og
ríku. Fólkaskúlin til tey býttu og fátæku.
Hetta líkist ongum. Eg má tí seta spurnartekin við, hvar politikarar okkara eru.
Eg ivist í, um teir innast inni hava givið sær far um, hvat vit eru á veg út í,
og hvørjar langtíðaravleiðingar tað fær á okkara samfelag, tá ið seráhugamál
í samfelagnum sleppa at taka seg burtur úr tí samhaldsfasta samfelagnum.
Eg haldi, at tað er stórur vandi fyri, at sosiala medvitið og samhaldsfasti
hugburðurin, sum verður lagdur í børnini, sum eru saman við øllum stættum í
einum fjøltáttaðum skúla, skjótt kann gerast ein trotvøra í einum einsrættaðum
frískúla, har øll eru sama slag.
Hví stuðla og menna politikararnir ikki heldur fólkaskúlanum, sum í
veruleikanum er ein góður skúli, har børn læra tolsemi mótvegis sínum
meðmenniskjum, tí tey møta børnum úr øllum stættum í samfelagnum.
Eg veit væl, at happing fer fram, og at tað er ymiskt, hvussu skjótt børnini
læra at lesa, skriva, rokna o.s.fr., men tey fáa eina barlast til restina av
lívinum, sum tey uttan iva fáa gleði av í arbeiðslívinum seinni, júst tí
tey kenna allar samfelagsbólkar. Og nógvir lærarar í fólkaskúlanum arbeiða
hvønn einasta dag fyri at byrgja upp fyri happing og fyri at geva víðari
grundleggjandi skúlaførleikar, og tí haldi eg at vit lærarar í fólkaskúlanum
skulu rætta ryggin. Yvirhøvur gera vit eitt gott arbeiði! Men vit hava ov
nógv at gera, tí vit - eins og frískúlin á Velbastað - taka støði í einstaka
barninum, men tað er altíð eitt sindur truplari at gera tað, tá tú stendur
sum einsamallur lærari við yvir tjúgu børnum, enn tá ið tað eru tríggir
lærarar um 15 børn, sum teir sjálvir hava valt út.