Frísk brúka pláss hjá sjúkum

Í gjár skuldu seinastu fólkini fara út úr barakkini við Landssjúkrahúsið. Men soleiðis bleiv ikki, og fólkini, ið arbeiða har, og tey, sum búgva har, hava fingið at vita, at tey skulu út um eina viku, men soleiðis verður ikki. Sostatt vita hvørki arbeiðsfólk ella búfólk, hvat tey skulu gera um eina viku

Tað var ætlanin, at seinastu fólkini skuldu fara út úr barakkini við Landssjúkrahúsið tann. 8. desembur 2008, men í gjár vóru øll fólkini enn á deildini og har verða tey eisini í eina tíð framyvir.

- Mann hevur ikki møguleika at lata deildina aftur, so hon kemur at koyra í eina tíð afturat, sigur Allan Skaalum, sjúkrahússtjóri. Hann leggur afturat, at talan er um sjúklingar, sum í veruleikanum eru útskrivaðir, men, at orsøkin til, at teir eru verandi, er, at pláss ikki er fyri teimum aðrastaðni.

- Ætlanin var at finna eina loysn saman við Nærverkinum, men tað er eisini trýst á teirra skipan, so fólkini vera verandi í eina tíð afturat, greiðir Allan Skaalum frá. Hann greiðir eisini frá, at tey royna at hava deildina opna, soleiðis, at tey ikki hava fólk á gongum.


Ikki nøktandi

Tað, sum sambært Allani Skaalum er størsti trupulleikin, er, at hesi fólkini, sum í veruleikanum eru frískt, brúka miðlar hjá Landssjúkrahúsinum og tí á ein hátt forða øðrum sjúklingum at koma framat.

- Talan er um tíggju fólk á E2. Hesi upptaka í veruleikanum sengur, ið kundi verið nýttar til veruliga sjúklingar, men vit fáa ikki sett tey á dyr, tí onkustaðni skulu tey vera, sigur Allan Skaalum, sum heldur tað vera ein trupulleika, at sjúkrahúsið ikki kann fokusera heilt upp á sjúkar sjúklingar. Hann harmast eisini, at ongi verulig boð kunnu gevast arbeiðsfólki og búfólki.


Eygnadeildin

Ætlanin er at ríva barakkina niður og at byggja annan bygning í staðin, men tað er ikki nakað, sjúkrahússtjórin sær fyri sær í nærmastu framtíð.

- Eygnadeildin verður verandi har í nøkur ár afturat. Vit mugu í hvussu so er hava hana verandi har, til møguleiki er fyri einari permanentari loysn í øðrum bygningi, sigur sjúkrahússtjórin.

Barakkin var tikin í nýtslu fyrst í trýssunum, og skuldi vera ein fyribilsloysn. Ætlanir hava verið frammi, um at gera sjúklingahotell, har barakkin stendur, men eftir øllum brøgdum verður tað ikki enn.