Ein dreymur er gingin út!
Soleiðis kennist tað hjá havnarmanninum Halgir Arge, nú hann hevur fingið fótin inn um hjá einum stórum altjóða oljufelagi. Ikki tí, starvið fekk hann longu áðrenn hann varð liðugur at lesa til oljuverkfrøðing á Heriot-Watt Universitetinum í Edinburgh. Tilsøgnina um starvið fekk hann í juli, hann gjørdist liðugur í september, og longu um eina góða viku verður kósin sett móti eysturríkska høvuðsstaðnum Wien. Fyribils starvssáttmálin er galdandi í tvey ár, sum er at rokna sum royndartíð.
- Fyrsta árið kemur at ganga við upplæring í Wien, har eg millum annað skal hyggja eftir dátum úr brunnum, testa tey og so framvegis. Starvsheitið at byrja við er ”Junior Reservoir Engineer”. Sum tíðin gongur vænti eg at fáa uppgávur í ymsum londum, tó at eg komi at hava mín grundvøll í Wien, greiðir Halgir Arge frá.
OMV hevur virksemi í 21 londum og er eisini virkið í oljuleiting í føroyskum øki. Saman við Chevron, Statoil og Dong er OMV partur av Rosebank fundinum skamt eystan fyri føroyska markið, og somu oljufeløg byrjaðu í summar at gera seismiskar kanningar vestan fyri Rosebank inni á føroyska landgrunninum.
Fundamentið lagt á Fróðskaparsetrinum
Halgir W. Arge laðaði fundamentið fyri síni yrkisleið á Fróðskaparsetrinum, har hann tók bachelorprógv í kolvetnisverkfrøði í 2004. Hann var ein av teimum fyrstu sum tóku prógv í hesi útbúgving, eftir at hon varð sett á stovn á Náttúruvísindadeildini hjá Fróðskaparsetrinum.
- Útbúgvingin á Náttúruvísindadeildini var eitt gott fundament at byggja víðari á. Støðið er høgt, og tað ber til at fáa nógv burturúr, um ein annars er væl disciplineraður. Serliga er ein væl fyri matematiskt og alisfrøðiliga, heldur Halgir Arge.
Eftir at vera blivin bachelor starvaðist hann í tvey ár hjá Smyril Line og fór síðani í 2006 til Edinburgh at lesa víðari. Eitt gott ár seinni kann hann rópa seg Master of Science innan kolvetnisjarðfrøði. Nógvir føroyingar lesa í Danmark, har tað tekur tvey ár at fáa kandidatstig eftir bachelor, men í Bretlandi eru útbúgvingarnar øðrvísi skipaðar.
- Ein master tekur eitt ár eftir bachelor, og hetta kemst millum annað av, at undirvísingin er sera miðsavnað. Eg havi heldur ikki havt nakra summarferiu í ár, sigur Halgir Arge.
Heriot Watt universitetið í Edinburgh hevur gott orð á sær, men har er væl dýrari at lesa enn vanligt aðrastaðni. Sostatt mátti Halgir útvega sær næstan 190.000 krónur (17.000 bretsk pund) til sína master. Av hesum rindaði ÚSUN tær 120.000 krónurnar, meðan hann sjálvur mátti fíggja írestandi umleið 70.000 krónurnar við millum annað lántøku.
Øðrvísi upptøkuroynd
Halgir dylir ikki fyri, at hann er sera fegin um at hava fingið starv hjá einum altjóða oljufelag. Hetta hevur hann sæð fram til, líka síðani hann gekk á Fróðskaparsetrinum. Hann er sjálvur annar av tveimum úr flokkinum á Heriot Watt universitetinum, sum hevur fingið starv hjá OMV. Men hini í flokkinum hava heldur ikki verið við skerdan lut.
- Flestu í flokkinum høvdu longu fingið arbeiði, áðrenn lestrartíðin var liðug. Hetta komst millum annað av, at fleiri oljufeløg løgdu leiðina framvið á universitetinum og eggjaðu teimum lesandi til at søkja starv hjá sær, greiðir Halgir Arge frá.
Upptøkuroyndin til starvið hjá OMV var heldur óvanlig í mun til tað, vit kenna til í Føroyum.
- Átta kandidatar úr ymiskum londum vórðu bodnir inn til upptøkuroynd. Henda upptøkuroyndin var ein samanseting av samrøðu og nógvum øðrum aktivitetum, sum vórðu skipaðir yvir ein heilan dag. Til dømis blivu vit sett upp ímóti einum leiklistarmanni, vit skuldu arbeiða saman í bólki og fingu ymiskar margháttligar uppgávur at loysa. Alt hetta varð nokk fyriskipað fyri at vita, hvussu vit reageraðu upp á óvæntaðar hendingar, greiðir Halgir frá.
Í sambandi við upptøkuroyndina var Halgir í Eysturríki í 2 dagar, men hevur annars ongantíð verið í hesum vakra alpulandinum fyrr. Landið er millum annað kent fyri síni mongu áhugaverdu skíðferiumál, men heldur ikki hetta hevur havt stórvegis áhuga hjá Halgiri, sum bert hevur staðið á skíð einaferð í lívinum. Hann letur tó møguleikan standa opnan, at hetta kann broytast. Hinvegin hevur hann fingist nógv við tónleik, hevur verið trummuspælari í bólkum sum Tangz og Páll Finnur Páll, so hann útilokar ikki, at hann fer at gera okkurt við tónleikin í frítíðini. Okkurt fer hann helst at finna upp á, tí hann flytir einsamallur niður í fyrstu syftu, eftirsum at daman verður eftir og ger seg lidna við sína pedagogútbúgving.
Kanska týdning at vera føroyingur
Halgir dugir ikki at siga, um tað hevði nakran týdning, at hann er føroyingur, tá hann fekk starv hjá OMV. Hetta væntar hann tó ikki. Men tað er eingin loyna, at oljufeløg í ávísan mun seta lokal fólk í starv, har tey hava virksemi. OMV hevur nógv virksemi í Norðsjónum og økinum vestan fyri Hetland, og luttekur eisini í oljuleiting inni á føroyska landgrunninum saman við feløgum sum Chevron og Statoil.
- At brúka lokala arbeiðskraft hevur helst týdning fyri eitt oljufelag, men eg veit ikki, hvussu nógv tað vigar. Eg veit heldur ikki, hvørjum økjum eg komi at arbeiða við, so tað er ilt at meta um, um tað hevði nakran týdning, at eg eri føroyingur.
Men tað var kanska øðrvísi við fótbóltinum...?
- Ja, leiðarin fyri starvssetanina og eg fingu okkum ein bíligan látur um ta ferðina, tá Føroyar vunnu á Eysturríki í Landskrona, heldur Halgir fyri.
Sig so tað, at sjálvt um 17 ár eru liðin, síðani hetta hendi, so situr tað framvegis frammalaga í huganum hjá mongum. Lat okkum bert vóna, at tað hendir aftur...og helst skjótt.
Vist tú:
- Halgir er trummuspælari og hevur spælt við Tangz og seinastu tvey árini við Páll Finnur Páll.
- Halgir byrjaði sína starvsligu karrieru á Fróðskaparsetrinum, har hann tók bachelorprógv í kolvetnisverkfrøði
Fakta um Halgir Winter Arge
Aldur: 28
Ættaður: Úr Havn
Útbúgving: Oljuverkfrøðingur
Frítíðarítriv: Tónleikur









