Frásøgumenn taka eitt tak afturat

Sjúrður Skaale og Ólavur Klakk halda fram sum frásøgumenn á Summar Festivalinum

Ein góður festivalur hevur brúk fyri góðum frásøgufólkum á pallinum. Undanfarin ár hava víst, at Summar Festivalurin hevur fatur í tveimum av teimum bestu ? og teir halda fram.

 

Sjúrður Skaale verður aftur í ár frásøgumaður á stóra pallinum á Vágsbøi, og í Flags-tjaldinum verður tað Ólavur Klakk ? ella skuldu vit sagt Ólavur Presley ? sum fer at presentera bólkarnar.

 

Teir báðir hava á undanfarnu festivalum verið í toppformi, og teir eru fúsir at taka eitt tak afturat á Føroya størsta festivali.