Nógv forvitnisligt verður á skránni. M.a. fer Freydis Poulsen at hugleiða um hetta, at siga frá søgum og Karl Justesen fer at siga frá hendingum undir læknastríðnum.
Eisini onnur fara at siga frá. Hesi varða Hans Jákup Justesen, Kiss Linklett, Helga Mikkelsen, Niklai Nysted og Valborg Sivertsen.
Hugskotið til kvøldið stavar frá eldraárinum, og er hetta fyrstu ferð tílíkt tiltak verður roynt í Atlantis, men Gríma hevur skipað fyri tveimum tílíkum kvøldum á Gamla Meiarínum, og hagani frættist, at tiltøkini hava verið sera væleydnaði.
Tiltakið verður komandi mánakvøld kl. 20.00. Atgongumerki, ið fáast við dyrnar ein tíma undan framførsluni, kosta 80 kr. íroknað drekkamuður og heimabakað í steðginum.











