Ein serligur gestur var millum ferðafólkini, tá flogfarið hjá Atlantic Airways lendi á flogvøllinum í Vágum í dag. Millum ferðafólkini var nevniliga Fríðrikur krúnprinsur.
Talan er ikki um eina almenna vitjan, men er krúnprinsurin í Føroyum í samband við nakrar sjónvarpsupptøkur, ið DR ger um ríkisfelagsskapin. Tað váttar eitt umborð fyri kongshúsið fyri Miðlahúsinum.
Tað verður kortini ikki upplýst hvussu leingi krúnprinsurin steðgar í Føroyum ella hvør er við í fylginum á Føroyaferðini.
Hetta er aðru ferð í summar, at Fríðrikur krúnprinsur er á vitjan í Føroyum. Í juni mánað var hann í Klaksvík, tá skipað bleiv fyri Royal Run í býnum.

Fríðrikur krúnprinsur á vitjan í Føroyum












