Fríðrikur er ársins Samurai

Bridgestone Danmark A/S hevur kosið Fríðrik Bláhamar, stjóra á Super Dekk í Havn, sum »Årets Samurai« fyri sítt arbeiði fyri at menna First Stop dekk-ketuna í Føroyum

Undir eini móttøku fyri yvir hundrað First Stop umboðum í Danmark, varð Fríðrikur Bláhamar, stjóri á Super Dekk, kosin »Årets Samurai« fyri sítt arbeiði fyri at menna og marknaðarføra First Stop dekk-ketuna í Føroyum.


»Årets Samurai« er ein útnevning sum Bridgestone Danmark A/S á hvørjum ári geva einum av teirra First Stop umboðum. Heiðurin fer til ein persón, sum hevur gjørt nakað serstakt fyri First Stop dekk-ketuna.


Super Dekk er sjálvstøðugur partur av stóra samtakinum First Stop, sum telur yvir 1600 dekk- og billutahandlar í øllum Evropa. First Stop er eitt partnaraskapssamtak, ið umfatar sjálvstøðugar dekksølur, sum bjóða tænastu á sera høgum støði.


Samurai er japanskt og merkir: Maður í japanska hermanna-aðalinum, sum var í tænastu hjá stórmanni. »Årets Samurai« fekk m.a. diplom og ein serligan Ferrari jakka.