Frá Real Madrid til lið sum Víkingur slerdi út

Fyrrverandi Real Madrid leikari hevur í dag skrivað undir sáttmála við felag, sum Víkingur slerdi út úr Europa fyri fáum árum síðani

Franski leikarin, Julien Faubert, sum í 2009 heldur óvæntað varð leigaður út frá enska felagnum, West Ham, til spanska stórfelagið, Real Madrid, hevur í dag funnið sær eitt nýtt felag.

 

Nýggja felagið hjá franska leikaranum er finska felagið, Inter Turku.

 

Eitt lið sum eigur at vera kent fyri fótbóltsáhugaðar føroyingar, tí Inter Turku, var nevniliga eitt lið, sum Víkingur slerdi út úr Europa League kappingini í 2013.

 

Víkingur spældi tá 1-1 javnleik í fyrra dystinum á Svangaskarði, meðan teir heldur óvæntað vunnu útidystin í Finnlandi 1-0 við máli sum Hanus Jacobsen skjeyt uppá brotsspark. 1-0 sigurin var eisini nokk til víðari luttøku fyri Víking.

 

Eftir tann dystin var stórt rok um dómaran sum dømdi dystin. Tað kom fram, at hann hevði gjørt avtalu við tipparar um, at bæði liðini skuldu koma á máltalvuna. Í dystinum komu eisini brotsspørk til bæði liðini, sum finska liðið tó brendi uppá.

 

Julien Faubert, ið nú er vorðin 33 ára gamal, hevur spælt fótbólt víða um. Hann hevur spælt við feløgunum Cannes, Bordeaux, West Ham, Real Madrid, Elazigspor og Kilmarnock. Eisini hevur hann spælt ein einkultan landsdyst á franska landsliðnum, sum hann spældi í 2006.