Frá Per á Hædd til Fotostudio

Fotoatelierið hjá Per á Hædd við Sundsvegin eitur nú Fotostudio. Tað eru fotografarnir Per á Hædd og Finnur Justinussen, sum eiga og reka fyritøkuna, sum varð stovnað í 1982, tá Per byrjaði at arbeiða sum sjálvstøðugur fotografur.

Fyritøkan hevur eisini fingið nýtt búmerki, sum ítøkiliga ímyndar ein »kameralukkara« og samstundis eisini er ímyndin av eitt nú ferð, blómum og tí sum sprettur og grør.


Upp á fyrispurningin um, hví teir hava tikið júst hetta stigið, siga teir Per og Finnur at kappingin er økt munandi, eins og tíðin er øðrvísi í dag, har talgilda tøknin av álvara hevur gjørt vart við seg. Við tveimum royndum fotografum, ið hava royndir á ymiskum økjum, kunnu vit av álvara fevna yvir allar uppgávur og avbjóðingar.


Umframt Per og Finn arbeiðir eisini Helena Dam í fyritøkuni. Helena hevur drúgvar royndir í fotobransjuni. Hon starvast sum fotoassistentur, ið eitt nú umfatar myndaviðgerð á teldu.