Frá penni Petur Hábergs

»Frá penni Petur Hábergs« er heiti á nýggjari bók eftir Petur W. Háberg, sum forlagið Leirkerið hevur givið út.

Bókin er fyrsta bindið í eini røð av trimum, ið er savn av greinum og ymiskum skrivligum tilfari, sum Petur Háberg hevur lagt úr hondum og sum hevur staðið í tíðarritum og bløðum. Bókin, ið hevur nógvar myndir, er útvið 300 blaðsíður.


Bókin verður fyri fyrstu ferð framløgd á serstakari samkomu, sum verður í Miðlon í Havn hósdagin kl. 15. Anna D. Háberg fer at syngja sangir, ið Petur Háberg, verfaðir hennara hevur skrivað, og Pætur H. Háberg, sonur Petur og maður Annu, hevur gjørt lag til.


Svenning av Lofti fer at siga nøkur orð um Petur Háberg og Zacharias Zachariassen frá forlagnum Leirkerinum, fer at greiða frá bókini.