Frá Norðoya Javnaðarfelag

Vit mótmæla hvassliga, at játtað verður enn minni av peningi til Klaksvíkar Sjúkrahús.

Vit vísa á, at í góðum tíðum, tá øll trý sjúkrahúsini fingu meira av peningi, fekk Klaksvíkar Sjúkrahús MINST. Tá so tær ringu tíðirnar komu og minni av peningi skuldi til tey trý sjúkrahúsini, varð MEST tikið frá Klaksvíkar sjúkrahúsi, so nú er nóg mikið og okkara maður í fíggjarnevndini skal gera sítt til at peningur sum skal til fyri at reka Klaksvíkar Sjúkrahús verður til taks.

Tað hava vit orð uppá frá honum, so er tað sagt.


Heilsan

Norðoya Javnaðarfelag