Frændur við frændum

Við øllum teimum vælkendu slagarunum, skipaðu Frændur fyri eini frálíkari sangløtu á Gøtusandi.

Um man tosar um institutiónir í føroyskum tónleiki, slepst ikki undan Frændum, sum í ein hálvan mansaldur hava ríkað okkum við perlum sum Mítt Land, Minnist tú Gildið og Lívsmynd.

Í kvøld skipaðu Frændur fyri sangløtu á Gøtusandi, har stúgvandi fult av fólki vóru komin saman, at syngja allar teir gomlu slagararnar, ið hava átt lívið í mongum einum balli, seinastu mongu árini.

 

Tað fekst sjón fyri søgn, at Frændur eiga nøkur av mest fólkakæru løgunum, ið eru skrivaði á føroyskum, og saman við øllum áhoyrarunum sungu teir tey flestu av teimum bestu. Fólk vóru øgiliga við uppá tað, og tá Lívsmynd bleiv spældur sum eykanummar, sungu fólk við, langt aftaná at bólkurin var givin at spæla.